Nú styttist til tað verður koyrandi gjøgnum Eysturoyartunnilin, men framvegis vita vit einki um innkomuvegin til Havnar. Tað er ikki nóg gott, heldur Heðin Mortensen, tingmaður, sum hevur sett landsstýrismanninum við samferðslumálum ein fyrispurning hesum viðvíkjandi.
Í oktober 2016 gjørdu táverandi borgarstjóri í Tórshavn, Heðin Mortensen, og táverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, Henrik Old, eina avtalu um innkomuvegin til Havnar. Við hesi avtalu var komið á mál við einum áralongum stríði um, hvussu vegurin skuldi leggjast, hvussu nógvum íbidingum tørvur er á, og hvussu hesar skulu liggja fyri at gera ferðsluna til Havnar og úr Havnini so smidliga sum gjørligt.
Innkomuvegurin, ið avtala varð gjørd um, byrjar við Skarðshjalla og gongur umvegis nýggja rundkoyring við Hvítanesvegin oman fyri munnan til Eysturoyartunnilin norður um Havnina og til Oyggjarvegin.
Partarnir avtalaðu tá hvørjum vegastrekkjum, íbindingum og flættingum, ið ávikavist landið og kommunan varða av, og grót frá undirsjóvartunlinum skuldi í størst møguligan mun verða nýtt til vegagerðirnar. Avtalað var eisini, at landið og Tórshavnar kommuna skuldu fíggja tunnilin helvt um helvt, og at tunnilin skuldi verða landsvegur. Síðan hevur stjórnarskifti verið bæði í býráði og landsstýri, og tí er neyðugt við dagførdari upplýsing um ætlanirnar fyri innkomuvegin til Havnar, heldur Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum tí hevur sett landsstýrismanninum við samferðslumálum ein fyrispurning um evnið. Landsstýrismaðurin skal svara fyrispurninginum innan 10 yrkadagar.
Les fyrispurningin her: https://logting.fo/files/casewrittenquestion/920/018.19.%20Spurningur%20til%20J.%20Niclasen%20fra%20H.%20Mortensen%20-%20innkomuveg%20til%20Havnar.pdf