Milia Egilsnes Anda
Lesarabræv27. september 2020
Milia Egilsnes Anda

Skiljiskipanir í hvørt grannalag!

Tað gongur ov trekt og seint at sleppa okkum av við útlátið. Men tað er heldur ikki løgið, tí hvørki land ella kommunur hava gjørt nóg mikið fyri at leggja um, og ikki minst - fyri at minka okkara orkutørv.

Kommunuval 2020

Tað er eingin ivi um, at vit hava nógv at gera fyri at basa veðurlagsbroytingunum. Eitt heilt ítøkiligt átak byrjar í ruskspannini. Tilfarið skal skiljast, og tað, sum í dag verður brent, skal endurnýtast. Og í Javnaðarflokkinum vilja vit, at tað skal gerast í nærumhvørvinum hjá øllum í Tórshavnar Kommunu við smærri íløtum til ymiskt tilfar eitt nú lívrunnið burturkast, glas, papp, plastikk og metal.

 

Endurnýtslu- og nýnýtslustøðir fram um størri brennistøðir

Nøgdin av burturkasti er vaksandi. Tí tosa vit um størri og størri brennistøðir. Men veruleikin er, at vit verða noydd at hugsa um burturkast sum tilfar. Vit skulu gera endurnýtslu- og nýnýtslustøðir heldur enn størri brennistøðir. Hvørt ár taka vit ógvusligar nøgdir av eitt nú træ, metalli, djóraúrdrátti, mineralum og olju fyri at framleiða alskyns vørur, ið vit kunnu keypa í handlunum. Ein øðilig nøgd av hesum endar beint í ruskspannini, tá vit hava brúkt tað eina løtu. Tilfar, ið saktans kann brúkast fleiri ferðir, fer fyri skeytið.

 

Skilja vit?

Vit kunnu skilja nakað av burturkastinum í dag við at koyra niðan á endurnýtslustøðina á Sandvíkarhjalla. Men. Hevur tú ongan bil, er tað óhugsandi. Hevur tú nógv at gera í gerandisdegnum og akkurat fær endarnar at røkka saman, hevur tú helst ikki yvirskot til eisini at skula ein eyka túr, ið tekur upp í ein tíma, alt eftir hvar í Tórshavnar Kommunu tú býrt. Tað er heilt einfalt ótrúliga trupult at gera tað, ið vit øll vita, er tað rætta fyri umhvørvið og náttúruna.

 

Tað skal vera lættari at gera tað rætta

Tað skal vera ómakaleyst at skilja burturkast í húsarhaldinum. Skilja vit tildømis 10 kg av burturkasti frá húsarhaldinum - plast, glas, papp, pappír og metal - er tað møguligt at endurnýta næstan 9 kg til framleiðslu av nýggjum vørum. Vit skulu hava betri møguleikar at skilja burturkast í Tórshavnar kommunu. Fáa vit fleiri skiljiskipanir í nærumhvørvið hjá borgaranum, verður lættari og atkomiligari at skilja burturkastið. Eg ynski, at vit í hvørjum grannalagi í Tórshavnar kommunu hava skiljiskipanir, har møguleiki er at sleppa av við alt burturkastið. Á henda hátt verður meira burturkast skilt og endurnýtt, og samstundis sleppa vit undan longum bíðirøðum av gassandi bilum á Sandvíkarhjalla. Tað skal heilt einfalt vera lættari at gera tað rætta.

 

Milia Egilsnes Anda, valevni hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu