Vit skulu ikki brúka óneyðugar skattakrónur til óneyðuga stórar nevndir ella ráð. Og tað kann væl vera, at nakrar almennar nevndir skulu minkast. Men gera vit so ógvusligar broytingar í nevndunum, sum Jørgen Niclasen nú ætlar at gera, so kunnu vit akkurát tað sama avtaka nevndirnar. Tí vit eiga avgjørt ikki at brúka skattakrónur til ókritiskar ryggklapparar hjá landsstýrismanninum. Hvørki, tá viðkomandi er til høgru ella til vinstru.
Tað eru fleiri orsøkir til, at ætlaðu broytingarnar við Búskaparráðnum og Landsbankanevndini eru skilaleysar:
Vit hava brúk fyri kritiskum eygum og gegnigum metingum av búskapinum – undir einum og hvørjum landsstýri! Vit tosa um milliardir, sum vit skulu halda eyga við.