Nú løgmaður hevur sett hol á arbeiðið at endurskoða hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast í framtíðini, kemur Jóhannis Joensen við einari tøkk og eini áheitan á politisku flokkarnar um at finna eina breiða semju.
Løgmaður hevur fylgt áheitanini frá lands- og løgtingsgrannskoðarunum um at endurskoða leistin, hvussu tað almenna fyrireikar og kjølfestir byggiverkætlanir. Skattakrónurnar skulu nýtast skynsamt.
Løgmaður hevur móttikið eina frágreiðing við trimum møguligum leistum um hvussu byggjast kann framyvir. Hetta serliga í mun til ábyrgd, eftirlit og fíggjarstýring.
Ætlanin er, at fíggjarnevndin fær tilfarið hjá arbeiðsbólkinum til viðgerðar, og at nevndin vónandi semist um ein leist um hvussu byggiverkætlanir verða stýrdar og skipaðar frameftir.
Fáa vit eina breiða undirtøku fyri einum almennum byggileisti, skuldu sannlíkindini fyri, at almennar byggiverkætlanir glíða av sporinum verið munandi minni.
Eg vil takka fyri, at løgmaður saman við politisku skipanini tók hetta álvarsmál upp beinanvegin. Eg vóni, at um ikki so langa tí kemur ein politisk útmelding um, hvussu tað almenna fer at skipa sína bygging.
Jóhannis Joensen
Tingmaður fyri Javnaðarflokkin og formaður hjá løgtingsgrannskoðarunum