Nú kommunur eru farnar undir at veita virðiskort til frítíðarvirksemi hjá børnum og ungum, heldur Djóni Nolsøe Joensen, at neyðugt er at tillaga skattalógina, so tey ikki verða skattað fyri virðið á kortinum. Hann hevur tí sett landsstýrismanninum við fíggjarmálum ein fyrispurning hesum viðvíkjandi.
- Eg eri ótrúliga fegin um, at kommunur eru farnar undir at veita øllum børnum og ungum eitt virðiskort til frítíðarvirksemi, so eingi børn detta niðurímillum, sigur Djóni Nolsøe Joensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin.
Býráðið í Runavíkar kommunu samtykti hin 31. oktobur at seta í verk skipanina “Spjaldur” sum eina royndarskipan í 2020. Skipanin hevur til endamáls at veita øllum borgarum í kommununi í aldrinum 6 - 18 ár eitt ognarkort á 2000 krónur árliga. Spjaldrið verður eitt persónligt ognarkort, ið bert kann nýtast av einum og sama persóni, og tað verður galdandi fyri alt virksemi á ítróttar, mentanar- og frítíðarøkinum, sum er staðsett í Runavíkar kommunu. Seinni hevur Nes kommuna boðað frá, at tey somuleiðis fara undir átakið.
Runavíkar kommuna hevur spurt seg fyri hjá TAKS og løgfrøðiligum ráðgeva um skipanina. Hesi vísa á, at eingin forðing er fyri at seta skipanina í verk, men at virðiskortið er skattskyldugt hjá tí, sum fær ágóðan av tí. Tí hevur Djóni Nolsøe Joensen sett landsstýrismanninum við fíggjarmálum ein fyrispurning um at gera virðiskortið skattafrítt.
- At lata eitt virðiskort til børn og ung kann javnsetast við aðrar fíggjarligar lættar fyri barnafamiljur so sum barnafrádrátt, ókeypis busskoyring ella lækkað ansingargjøld. Spurningurin er tí, um tað ikki er rættast at tillaga skattalógina, so at virðiskort fyri ítróttar-, mentanar- og frítíðarvirksemi verða javnsett við nevndu undantøk, sigur Djóni Nolsøe Joensen í viðmerkingunum.
Fyrispurningurin kann lesast her.