Eg vænti at byggingin av bygninginum til Sjóvinnustýrið í Vágum er byrjað innan árið er runnið. Undanfarna løgting samtykti at byggja Sjóvinnustýrinum nýggjan umsitingarbygning í Vágum, men hetta málið hevur drigið út.
Sjóvinnustýrið leigar fyribilshølir í Tórshavn. Hetta er ikki ein haldgóð støða.
Ein nýggjur umsitingarbygningur í Vágum varð mettur til at kosta 13,6 mió. kr. Hesin kostnaður er nakað hægri í dag. Skalt tú hava ein góðan og nútíðarhóskandi umsitingarbygning, kostar tað pening.
Eg vænti, at eykafíggjarlógin, ið verður løgd fyri tingið í vár, inniheldur hægri játtan til byggingina av umsitingarbygninginum til Sjóvinnustýrið í Vágum. Tað vil merkja, at mann kann projektera beinanvegin og byrja at byggja í heyst, soleiðis at Sjóvinnustýrið kann flyta vestur í Vágar aftur í 2021. Hetta er ein spurningur um raðfestingar.
Eg vænti, at Vágar verða raðfestar frammarlaga hesa ferð.
Jóhannis Joensen