Jóhannis Joensen
Lesarabræv20. mai 2020
Jóhannis Joensen

Sjóvinnustýrið aftur í Vágar

Í dag setti eg Helga Abrahamsen ein munnligan fyrispurning í løgtinginum um bygningin til Sjóvinnustýrið. Eg vísti á, at Løgtingið hevur samtykt at byggja nýggjan bygning í Vágum, men at hetta dregur út, og fyribilsloysnin er vorðin sera drúgv. Verklagslógin gongur út á nýggjárinum, men enn er einki hent.

Landsstýrismaðurin lovaði mær, at nýggjur umsitingarbygningur til Sjóvinnustýrið verður bygdur í Vágum í heyst, eins og planlagt varð.

Útboð og bygging taka 1 ár sambært landstýrismanninum. Hetta merkir, at bygningurin stendur liðugur á Giljanesi í Vágum um ársskiftið 2021/22. Vónandi heldur henda tíðarætlan.

Eg ætli mær at fylgja gongdini neyvt, inntil hetta mál er avgreitt.

 

Jóhannis Joensen

Javnaðarflokkurin