Av allari samlaðu almennu nýtsluni brúka vit 1,6 mia. kr. ella knappliga ein fjórðing til Heilsuverkið. Men tað er ongin ætlan fyri, hvat vit vilja hava burturúr ella nøkur vitan um, hvat vit fáa burturúr.
Av allari samlaðu almennu nýtsluni brúka vit 1,6 mia. kr. ella knappliga ein fjórðing til Heilsuverkið. Men tað er ongin ætlan fyri, hvat vit vilja hava burturúr ella nøkur vitan um, hvat vit fáa burturúr. Heldur ikki er nøkur ætlan fyri, hvørjum málum heilsuverkið skal røkka, ella hvussu man skal raðfesta millum allar tær margfeldu avbjóðingarnar, sum teir nógvu ymisku stovnarnir í heilsuverkinum standa yvir fyri nú og komandi:
Hetta hava leiðandi fólk í heilsuverkinum í áravís funnist at, at ongin yvirskipað heilsuætlan ella heilsufaklig leiðsla var fyri alt heilsuverkið, at skipa fyri hvussu raðfestast skal – hvussu peningurin skal nýtast á bestan hátt. Víst varð á, at tað manglar eitt fakligt Heilsustýri sum mótspæl til eitt økonomiskt-juridiskt teknokrati í Heilsumálaráðnum, ið er uttan heilsufakliga kompetansu og innlit í veruleikan á sjúkrahúsunum og hinum stovnunum í heilsuverkinum. Ynski var at fáa eitt Heilsustýri, ið kundi savna allar tær spjaddu eindirnar í heilsuverkinum undir eina felags heilsufakliga kompetenta leiðslu, ið skuldi virka eftir eini strategiskari heilsuætlan fyri alt heilsuverkið.
Fólkaheilsustýrið er onki heilsustýri
Vit fingu onki Heilsustýri, enn minni nakran yvirskipaðan heilsupolitikk. Ístaðin fyri fann táverandi landsstýrismaður fyri 2-3 árum síðani uppá at stovna eitt sokallað Fólkaheilsustýri.
Hetta varð sett á stovn við at smekka nakrar smáar og fámentar stovnar saman – Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Fólkaheilsuráðið og Ílegusavnið við FarGen - og seta ein stjóra omaná. Margháttliga er ongin fólkaheilsufrøðingur í hesum Fólkaheilsustýrinum. Hinvegin er Fólkaheilsuráðið tikið av og starvsfólkini sett at virka undir Fólkaheilsustýrinum. Ílegusavnið er somuleiðis tikið av og saman við FarGen lagt í eina skrásetingareind undir nýggja stýrinum. Enn verri gekst við tí framúr vælvirkandi og altjóða viðurkendu Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Hon bleiv skrædd sundur og fyribeind. Tann slóðbrótandi heilsugranskingin fór yvir í eina deild á Landssjúkrahúsinum, og kanningar- og eftirlitsvirksemið fyri arbeiðs- og almannaheilsu flutt við yvirlæknanum til medisinsku deild. Tað einasta nýggja sær út til at vera ein hagtalseind til at finna útav, hvat fyrigongur í heilsuverkinum.
Annars stýrir nýggja Fólkaheilsustýrið ongum øðrum uttan sær sjálvum við teim starvsfólkum, sum eru eftir av fyrrverandi nevndu stovnum og onkrum embætisfólkum aftrat – tó framvegis uttan kompetansur í fólkaheilsufrøði.
Sundurspjadda og høvuðleysa heilsuverkið
Støðan er framvegis tann, at vit framvegis hava eitt sundurspjatt heilsuverk, har hvør einstakur stovnur ger sum hann vil innan fyri tað víðorðaða lógarverkið – men uttan nakrað felags yvirskipaða heilsupolitiska ætlan:
Annars er onki, ið samanbindur føroyska heilsuverkið. Teir ymisku stovnarnir fáa hvør sína játtan, sum løgtingið heldur er hóskandi á síni árligu fíggjarlóg. Men tað er uttan nakrað yvirskipaða heilsupolitiska heildarætlan, og politiski myndugleikin ger onki annað enn at leggja eitt sindur aftrat her ella draga eitt sindur frá har í teimum játtanum, sum stovnarnir eru vanir at fáa ár eftir ár.
Ein landslækni í Føroyum - uttan fyri føroyska heilsuverkið
At enda hava vit so Landslæknaembætið, ein stovn heilt uttan fyri tað føroyska heilsuverkið, men sum vegna danska Heilsustýrið røkir nakrar uppgávur í Føroyum. So sum løggilding og eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum, sjúklingarættindi, eina stutta árliga talvufrágreiðing um almennu heilsustøðuna í Føroyum (har tilfarið sum heild er endurgivið tilfar frá føroyskum stovnum), og ymiskt annað. Alt uppgávur, sum føroyska heilsuverkið uttan hóvasták kann og eigur at átaka sær. Ein stovnur sum tí eigur at verða yvirtikin sum skjótast.
Fakligt heilsustýri at savna og stýra heilsuverkinum
Fyri alt heilsuverkið, t.v.s. Sjúkrahúsverkið, Kommunulæknaskipanina, Gigni, Apotekini, ein Fólkaheilsudepil, ein Heilsugranskingardepil og ein Heilsudatadepil, eigur at verða sett eitt yvirskipað heilsufakligt Heilsustýri, samansett av leiðsluumboðum fyri stovnarnar í heilsuverkinum - og við nýggja komandi føroyska landslæknanum sum ovasta leiðsla.
Heilsustýri skal sjálvsagt hava myndugleika at stýra - hava ein sonevndan operativan leiðslurætt. T.v.s. hava myndugleika at geva stovnunum boð í konkretum málum fyri at fremja neyðugt samstarv. Sum í einum aktuellum dømi við samstarvinum millum kommunulæknaskipan og sjúkrahúsverk.
Nýggi Fólkaheilsudepilin skal savna virksemið hjá fyrrv. Fólkaheilsuráðnum við íverksetan av fyribyrgjandi fólkaheilsuátøkum, umframt arbeiðsmedisinska virksemið hjá fyrrv. Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, at gera almannaheilsukanningar og samstarva við Arbeiðseftirlitið og Skipaeftirlitið um heilsu hjá fólki á sjógvi og landi.
Nýggi Heilsugranskingardepilin skal savna granskingarvirksemið hjá burturbeindu Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu – slóðbrótarin fyri føroyskari heilsugransking – umframt granskingareindina á Landssjúkrahúsinum og fyrrverandi Ílegusavninum við FarGen.
Nýggi heilsudatadepilin skal skipa eina skráseting av øllum virkseminum í heilsuverkinum, so man kann fáa at vita, hvat fyrigongur har, og byggja upp ein heilsuhagtalsgrunn, tí í dag er støðan syndarlig og tilafturskomin á tí økinum.
Við einum føroyskum fakligum heilsustýri kunnu vit fáa allar tær spjaddu óg ósamanhangandi eindirnar í føroyska heilsuverkinum at virka saman sum ein heild og fremja eina felags strategiska heilsupolitiska ætlan, ráðgeva politiska myndugleikanum, um hvussu tær neyðugu málsetningarnir og raðfestingarnar eiga at vera, og hvussu vit kunnu fremja tær út frá fakligum kompetentum sjónarmiðum.
Ikki fyrr enn tá kann Heilsumálaráðið veita sínum landsstýrisfólki hollar fakligar grundgevingar fyri sínum politisku raðfestingum og avgerðum á heilsuøkinum.
Vestmanna t. 19.07.2023
Hans Pauli Strøm
fyrrv. landsstýrismaður í heilsumálum