09. mai 2023

Samtykt: Bústaðir skal ikki longur skal geva fíggjarligan vinning

TAK YVIR HØVDIÐ: Undan valinum lovaði Javnaðarflokkurin at arbeiða fyri einum meira fjølbroyttum bústaðarmarknaði. Í dag taka vit eitt avgerandi fet, og tað fegnast vit um.

- Í dag hava vit samtykt uppskotið, sum skal taka burtur kravið um, at Bústaðir er bundið at samstarva við privatar íleggjarar um bústaðabygging, og vit eru sera fegin um hetta, siga tey trý umboðini hjá Javnaðarflokkinum í rættarnevndini. Tað er rættarnevndin, sum hevur viðgjørt hetta uppskotið hjá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu í Umhvørvismálum. 


- Við hesum eru vit eitt fet nærri einum fjølbroyttari bústaðarmarknaði, siga limirnir. 

Eisini fegnast tey um, at landsstýriskvinnan arbeiðir við at útvega kommununum og Bústøðum heimild at stovna bústaðarfeløg, sum kunnu byggja og tryggja lægri húsaleigur. Hetta arbeiðið verður lagt fyri tingið seinni í ár. 


- Vit skulu byggja almentgagnligar bústaðir, so eisini fólk við lágum inntøkum, lesandi, pensjónistar og fólk við serligum tørvi kunnu hava møguleika at fáa tak yvir høvdið – nakað sum í dag fyri alt ov nógv einans er ein fjarur dreymur, siga tey, og leggja afturat: 


- Tak yvir høvdið er ein menniskjarættur, og ein bústaður er eitt heim og ikki ein vøra.