Í dag kl. 16:00 varð endaligt punktum sett í samgonguskjalið hjá meirilutanum í Tórshavnar kommunu, sum er millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin.
Heitið á hesum samstarvi er “Býráðið fyri borgaran”. Í tí liggur vilji til samstarv, opinleika og álit. Tað er tí okkara vón og ætlan, at komandi valskeið verður merkt av góðum samstarvshuga og vilja til saman at røkka úrslitum, sum eru til gagns fyri borgarar í allari kommununi og fremjandi fyri liviumstøður og møguleikar hjá verandi og komandi ættarliðum av borgarum.
Fyrst í komandi ári koma vit at greiða nærri frá innihaldinum í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin.
Gott nýggjár øll somul og takk fyri farna árið!
Við heilsan
Heðin Mortensen, Annfinn Brekkstein, Tróndur Sigurðsson, Kristianna Winther Poulsen, Kári Johansen, Súna Mørk og Bjørg Dam