Jóhannis Joensen
Lesarabræv18. desember 2019
Jóhannis Joensen

Samgongan vil aftur til tað, sum eingin vildi hava

Í 2007 varð ein stór avgerð tikin í føroyskum politikki. Allir flokkar og allir limir í løgtinginum vóru samdir um, at fiskiloyvini skuldu uppsigast við 10 ára freist. Avgerðin kom í kjalarvørrinum av stórari ónøgd um fiskivinnupolitikkin, sum náddi hæddini, tá skipið Krúnborg varð selt.

Eingin helt tað vera í lagi, at privatpersónar, sum høvdu fingið fiskiloyvir útlutað ókeypis frá landinum, kundu selja hesi víðari fyri hundraðtals milliónir.

Í 2018 fingu vit tí eina fiskivinnunýskipan. Ein skipan, sum millum annað hevði til endamáls at steðga privatari spekulatión í fiskivinnuni, at steðga politiskari útlutan, at geva nýggjum aktørum lættari atkomu í vinnuna, at fáa fiskivinnuna á føroyskar hendur og at tryggja, at fiskiríkidømið kom øllum samfelagnum til góðar, heldur enn at vera savnað á fáum hondum.

Fiskivinnunýskipanin var ikki fullkomin. Sum við einari og hvørjari stórbroyting vóru snávingarsteinar og barnasjúkur, sum neyðugt var at fáa til lívs. Men hetta var ein byrjan. Ein byrjan til eina rættvísari fiskivinnuskipan í Føroyum.

Tað tykist sum um, at limirnir í nýggju samgonguni hava gloymt, hví loyvini á fyrsta sinni vórðu uppsøgd. Tey stara seg blind uppá kritikkin av feilunum í nýskipanini. So blind, at tey nú ætla at bakka aftur til ta skipanina, sum øll vóru samd um at fara frá.

Løgtingið er aftur í ferð við at samtykkja, at privatpersónar skulu kunna selja fiskiloyvir fyri hundraðtals milliónir, sum tey hava fingið ókeypis frá landinum.

Løgtingið er aftur í ferð við at samtykkja, at fiskivinnan skal vera fyri nøkur fá útvald reiðarí.

Løgtingið er aftur í ferð við at samtykkja, at útlendingar kunnu eiga ein stóran part av føroyska fiskatilfeinginum.

Løgtingið er aftur í ferð við at samtykkja, at ríkidømið hjá okkum øllum skal savnast á heilt fáum hondum, heldur enn at koma øllum samfelagnum til góðar.

Er tað eingin í samgonguni, sum heldur, at hetta er burturvið?

Var tað upp til mín, so sótu formenninir fyri allar flokkar í einum rúmi og royndu at finna eina breiða semju, so vit í felag komu til eina góða skipan og ikki gjørdu broytingar á hesum økjum hvørt valskeið.

 

Jóhannis Joensen