Eg eri skuffaður av, at samgongan ikki ætlar at seta eina krónu av til nýtt barnaheim á komandi fíggjarlóg.
Hjá mær er eingin ivi um, at umstøðurnar hjá okkara allarsárbærastu borgarum eiga at fáa hægstu raðfesting, og tí setti eg Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fyrispurning barnaheimið í Løgtinginum í dag. Landsstýriskvinnan var sera greið í sínum svarið – samgongan hevur ongar ætlanir um at seta pening av til nýtt barnaheim á komandi fíggjarlóg.
Sum eg vísti á í fyrispurninginum, so eru bústaðarumstøðurnar hjá okkara mest sárbaru børnum út av lagi vánaligar, og kunnu vit als ikki, sum eitt Føroyar anno 2019, loyva okkum at góðtaka hesa kritisku støðu. Hetta vísti umboðsmaðurin eisini á, tá hann var á eftirlitsvitjan á stovninum á vári 2019. Umboðsmaðurin metti, at stórur tørvur er á einum nútíðarhóskandi barnaheimi, so børnini kunnu fáa tær umstøður og ta viðgerð, tey hava tørv á.
Var tað upp til mín, so fekk hetta málið hægstu raðfesting, og fari eg framhaldandi at vísa á tørvin á hesum øki og týdningin av, at nakað verður gjørt sum skjótast.
Djóni Nolsøe Joensen, Javnaðarflokkurin