Suðuroyingar fingu eitt ordans sjokk, tá virkandi stjórin á Strandferðsluni við stuðli frá samgonguni kunngjørdi, at lítla ferjan Herjólfur III, ið millum ferðamannaskip nærmast er at meta við eina optimistjollu, skal avloysa Smyril, meðan Smyril fer í dokk.
Herjólfur er 70,5 metrar til longdar. Til samanbering var gamli Smyril (Mols) 92,66 metrar. Altso, Herjólfur er 22,1 metrar styttri enn “gamli” Smyril og 67,5 metrar styttri enn verandi Smyril. Hetta er enn eitt greitt dømi um, at ongin virðing er fyri suðuroyingum.
Meðan starvsfólkini á Strandferðsluni gera eitt fantastiskt arbeiði við at veita klassa tænastur til ferðafólkini, so dumpar samgongan saman við landsstýrinum fullkomiliga.
Suðuroyggin og allir suðuroyingar verða hildnir til svartastu rukkur og til fanga av vánaligum avgerðum hjá stjóranum og landsstýrinum. Tað búgva enn tætt við 5000 fólk her suðuri. Hvussu leingi orka suðuroyingar at blíva við, soleiðis sum manglandi virðingin er frá landsins leiðslu.
Í trý ár hava landsstýrið, samgongan og virkandi stjórin vitað av hesum. Tí eigur tað ikki at koma óvart á nakran. Allíkavæl stendur virkandi stjórin í útvarpinum, smáar tveir mánaðir, áðrenn Smyril skal í dokk og heitir á arbeiðsplássini í Suðuroynni um sjálvi at finna út av fraktini.
Hetta er bert eitt av mongum sjálvmálum. Tó er hetta helst eitt tað størsta. Hvar er virðingin fyri fólkunum, sum hava valt at liva og virka í Suðuroynni.
Suðuroyingar ana enn ikki, hvussu ferðaætlanin verður?
Hvussu leingi tað tekur at sigla til meginøkið og aftur?
Hvussu stór alda ella harður streymur skal vera, áðrenn túrar verða avlýstir?
Hevur Herjólfur stabilisatorar?
Hvussu skal ítrótturin skipa seg hesa tíðina?
Hvussu við barna- og skúlaflutningi hesa tíðina?
Hvussu skulu pendlarar skipa seg?
Hvussu skulu arbeiðsplássini skipa seg, nú eisini tey eru slept upp á fjall. Skal øll framleiðsla bara steðga, inntil Smyril kemur aftur?
Ongin hevði væntað, at Herjólfur III skuldi bliva avloysaraskip fyri Smyril. Lítla skipið skuldi lætta um farmaflutningin, og tað var tað. Tað er einans landsstýrinum og samgonguni at takka, at Suðuroyggin nú verður sett 50 ár aftur í tíðina.
Tí havi jeg sent landsstýrismanninum í samferðslumálum omanfyristandandi spurningar í eini vón um, at landsstýrið kann geva okum svar. Tí tað er landsstýrið saman við stjóranum á Strandferðsluni, ið stendur við evstu ábyrgd og hevur skyldu at tryggja suðuroyingum skip at sigla, ið tryggjar tørv suðuroyinga til allan flutning - bæði ferðafólk og farm.
Men tað er týðiligt, at hesi hava slept Suðuroynni.
Bjarni Hammer, løgtingsmaður