Løgtingið atkvøddi í dag um uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at áseta eitt minstamark av starvsfólkum á dagstovnunum kring landið. Hetta er aðru ferð, at uppskotið er lagt fram.
Uppskotið skuldi tryggja somu góðu og tryggu tænastu á øllum dagstovnum kring landið. Men samgongan tók tíverri ikki undir við uppskotinum.
Málið hevur stóran týdning fyri okkum í Javnaðarflokkinum, og tí fara vit áhaldandi at varpa ljós á hetta, hóast meiriluti ikki er fyri tí í Løgtinginum í løtuni.