Tað var eitt einmælt løgting, sum tók undir við uppskotinum hjá Eyðgunn Samuelsen um samanhangslóg innanfyri almennar tænastur. Uppskotið hevur til endamáls at tryggja, at fólk, ið koma í samband við tað almenna, fáa einfaldari og meiri samanhangandi tænastur.
Eyðgunn Samuelsen fegnast um, at tað eyndaðist at fáa breiða semju um at tryggja fólki betri tænastur frá tí almenna. Málið varð viðgjørt í trivnaðarnevndini í løgtinginum, har ikki færri enn 4 limir hava sitið sum landsstýrisfólk í almannamálum ella heilsumálum. Tí var frá byrjan semja um, at tørvur er á eini samanhangslóg.
Víst verður á, at hetta er eitt mál, sum áhaldandi hevur verið arbeitt við nógvu seinastu árini. Hóast nógvir batar eru hendir á økinum, sum t.d. Ein felags hurð, Tann góða tilgongdin, Serligt skipað miðnám og Megna títt lív, má staðfestast, at enn er ikki komið á mál.
- Vit eiga at taka góðu royndirnar frá hesum átøkum og miðvíst arbeiða víðari við at bróta múrar niður. Bæði tá tað kemur til samstarv, men eisini tá tað kemur til tað fíggjarliga. Politiska skipanin skal ganga á odda fyri at bróta múrarnar niður, so at eingin borgari missir eina tænastu orsakað av, at viðkomandi skiftir geira, sigur Eyðgunn Samuelsen.
- Í hesum føri snýr tað sum um, at ein játtan skal fylgja borgaranum, tá hann skiftur millum geirar hjá tí almenna. Eitt gott dømi er taluvenjing. Her kann ein borgari fáa venjing frá sjúkrahúsverkinum, men aftaná útskriving er í løtuni lítil og eingin hjálp at fáa. Hetta skal broytast.
Eyðgunn Samuelsen vísir á, at tað er alneyðugt, at hugburðurin til tað tvørgeiraliga arbeiðið kemur úr erva, og at landsstýrisfólkini ganga á odda. Nú uppskotið er samtykt við breiðari undirtøku, hevur hon góðar vónir um, at eitt týðandi stig er tikið rætta vegin.
- Hetta merkir kortini ikki, at arbeiðið er komið á mál, tí frá royndum vita vit, at hetta er eitt økið, sum áhaldandi eigur at endurskoðast og mennast. Eg fari í øllum førum at gera mítt til at arbeiða fyri, at tey, ið koma í samband við tað almenna, skulu fáa góða hjálp og stuðul, sigur Eyðgunn Samuelsen at enda.