Vit skulu arbeiða fyri eini betri sálarheilsu og hava betri tilboð til teirra, sum hava sálarsjúku. Tí vit skulu ikki enda við einum samfelag, har vit ikki longur trívast sum menniskju.
Fólkaheilsuráðið hevur sett sálarheilsu á skrá, og Sinnisbati og Fountain House gera eitt stórt arbeiði. Vit eru í dag meira tilvitað um týdningin av tilboðum, viðgerð og kunning um sálarsjúku og sálarheilsu. Sálarligar avbjóðingar eru ikki longdur tagdar burtur sum fyrr, tá ið fólk ’endaðu úti hjá Árna’, um tey skuldu á Psykiatriska Depilin, og so varð ikki tosað meira um tað.
Sálarsjúka kann raka okkum øll, og millum ein triðingur og helvtin av okkum verða rakt av sálarligari sjúku á okkara lívsleið. Angist og tunglyndi koma oftast fyri, og umleið 30 prosent hava angist ella fáa angist eina ferð í lívinum. Men við røttum viðgerðartilboðum ber til hjá nógvum at sleppa av við sálarligu líðingarnar ella at liva við teimum.
Neyðugt er við hægri raðfesting og við fleiri tilboðum til sálarsjúk, so sum:
sálarfrøðilig bráðfeingismóttøka
betri hjálp til børn og ung við sálarligum avbjóðingum
lættari atgongd til sálarfrøðing
betri hjálp fyri angist
fleiri bústaðartilboð til menniskju, sum stríðast við sálarliga líðing
fyritíðarpensjónin skal betrast
betri og lættari tilknýtið til arbeiðsmarknaðin
Hesum vil eg arbeiða fyri, um eg fái høvi eftir løgtingsvalið 8. desember.
X við Javnaðarflokkin
X við Kristionnu Winther Poulsen