Javnan hoyrast neyðarróp frá avvarðandi hjá psykiatriskum sjúklingum, at sjúklingar ikki fáa bráðfeingis sálarhjálp. Tað eigur at broytast.
Fólk, sum møta upp á skaðastovuni við átrokandi tørvi á hjálp, verða vend í hurðini við grundgevingini, at psykiatriski depilin ikki tekur fólk inn.
Tí hevur Eyðgunn Samuelsen spurt landsstýrismannin, um persónar, sum venda sær til heilsuverkið við bráðfeingistørvi á sálarhjálp, verða heimsendir uttan at røttu fakfólkini gera meting av viðkomandi.
Harumframt vil hon hava at vita, nær ein skipað sálarfrøðilig skaðastova verður klár.
Les fyrispurningin her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10087