Súsanna Bertholdsen
01. mai 2023
Súsanna Bertholdsen

Røða hjá Súsonnu Bertholdsen á arbeiðaradegnum 2023

At vera Valari verður nú roknað sum eitt heiðursnavn, bæði á Tvøroyri og í restini av Føroyum – kanska serliga, tá Valarasangurin verður sungin, tí tá ynskja øll at reisa seg, men soleiðis var ikki fyri 100 árum síðani.

“Je eri Valari og heitt er mítt blóð

Uppi í Valinum mín vøgga stóð

Har havi je droymt undir sóleyganum

Hvussu herligt í Valinum tað er”

Góðu verkakvinnur og góðu verkamenn. 

 

Góðu tykur øll, 

góðan fyrsta mai,  
 

góðan arbeiðaradag! 

**
 

At vera Valari verður nú roknað sum eitt heiðursnavn, bæði á Tvøroyri og í restini av Føroyum – kanska serliga, tá Valarasangurin verður sungin, tí tá ynskja øll at reisa seg, men soleiðis var ikki fyri 100 árum síðani. 

Tá var Valurin heimsstaður hjá teim ognarleysu. 

Nógvar av fiskagentunum og fiskimonnunum, sum komu suður at arbeiða, vóru eisini ognarloysingar og búsettist í Valinum. 

Men hetta vóru røsk og arbeiðssom fólk og hjá nógvum eydnaðist seinni at fáa egin hús.

Eisini Helena, høvuðspersónurin í triologiini hjá Sólrún Michelsen, “Ein táttur er silvur” , “Ein annar er gull” og “Fáur fær tráin heilt slættan” kom úr Porkeri á Tvøroyri at arbeiða í fisk.

“Endiliga. Endiliga sleppur hon at arbeiða í fiskinum. Hon hevur bíða spent, meðan bygdirnar í oynni fyltust við monnum og ungum dreingjum, sum skuldu manna sluppirnar, ið høvdu ligið í vetrardvala í firðunum.

Tær eru farnar avstað fyrsta túrin, og nú koma tær endiliga aftur ein fyri og onnur eftir, og so eru endiliga boð eftir konufólkunum at arbeiða fiskin.

Ein dagin, tá Helena er til arbeiðis, kemur róp í út á seinnapartin, tí hann dró á luftina og so skuldi berast skjótt at fyri at bjarga fiskinum undan regninum. 

Tað var ein vøkur sjón, tá ið alt fiskaplássið lýsti hvítt av fiskinum, sum tær høvdu vaskað og reinsað. Fólk tveittu tað, tey høvdu í hondunum fyri at kasta saman.

-Jú, hugsar Helena. Fiskinum bjargaðu tey í øllum góðum, men har er eingin, sum hevur hug at bjóða seg fram at bjarga kvinnum undan regninum, har tær standa.

Hetta gremja tær seg javnan um.

- Tað mátti ikki kosta so nógv at sett eitt takskapilsi á steyrum upp, so vit stóðu í lívd fyri regni, um ikki fyri vindi.

-Nei, tú. Tað verður seinur dagur, at teir stinga hondina í lumman fyri okkum. Vit áttu at staðið saman og kravt tað.

- Ja, so rímuligt. Og so høvdu vit staðið bæði uttan tak og uttan arbeiðið, og teir høvdu flent eftir okkum omaná.”

Helena fær eitt barn – hon verður neyðtikin av bóndanum, har hon er farin at tæna – og er burtur frá fiskinum eini 3 ár. Tá hon kemur til arbeiðis aftur, hava menninir tikið seg saman í eitt fakfelag, sum teir kalla Enigheden. Teir fara at krevja betri løn og betri arbeiðsumstøður. Kanska fer tað at eydnast teimum. Hvør veit?

Helena tosar við Biritu um hetta.

-Áttu vit ikki eisini at gjørt slíkt felag? Eg meini so við, hvat kann keypmaðurin gera við fiskin uttan okkara hjálp?

- Á tig við tær, flennir Birita. -Lat tú menninir um hatta.

Men Helena hugsar meira um hetta at gera fakfelag. Tað hevði verið tað rætta at gjørt. Alt hongur saman. Formaðurin er ofta so ófólkaligur móti gentunum. Hundsar við teimum og kann renna tær til hús við einum orði. Keypmaðurin verður bara ríkari og reiðararnir eisini, men synd er at siga tað sama um arbeiðsfólkið”.

Arbeiðsmannafelagið Enigheden, sum nú eitur Fylking, hevur júst havt 108 ára føðingardag og bleiv sostatt stovnað i 1915 og 7 ár seinni bleiv “Fiskepigernes fagforening” stovnað. 

Í dag er altjóða arbeiðaradagur og verður hesin dagur hátíðarhildin kring allan heimin; eisini her á Tvøroyri, her føroyska arbeiðararørslan er sprottin og fyrstu fakfeløgini í Føroyum vórðu stovnaði. 

Stór framstig eru gjørd og tøkk fái fakfelagsrørslan fyri tað.

**
 

Danski arbeiðarayrkjarin Carl Scharnberg hevur skrivað nógvar rámandi yrkingar; eisini hesa:

“Det nye sker, når den, der er tiltænkt tilskuerens rolle, begynder at blande sig”. 

Og tað var júst tað, sum hendi, tá fólk, sum Helena og hini arbeiðsfólkini í Valinum,  átóku sær hetta stríð fyri okum øll. 

Tey blandaðu seg uppí fyri at bøta um arbeiðsviðurskiftini og vinna okum øllum rættindi; hesum njóta okur øll gott av í dag og tað mugu okur ikki gloyma.

**

Sjálv eri je voksin upp í Valinum í einum vanligum arbeiðaraheimi við javnaðarvirðum. 

Mínar formøður vóru sannar gerandishetjur, sum je hava stóra virðing fyri og eri errin av. Langomman, Sanna í Sornhúsinum, og systrar hennara, Poulina og Ingeborg, arbeiddu allar í fiski undir somu treytum sum Helena í bókunum hjá Sólrún Michelsen. 

Men Poulina og Ingeborg góðtóku ikki bert at vera eygleiðarar; tær blandaðu seg uppí! 

Poulina var ein av teimum trimum undangongukvinnunum, sum stovnaðu “Fiskepigernes fagforening” og Ingeborg tók eisini eitt tørn sum forkvinna í felagnum. 

Tað kravdi dirvi, tí tað var ikki uttan persónligar avleiðingar, at arbeiðsfólk tá í tíðini vóru uppí fakfelagsarbeiði. 

Tá je var barn, arbeiddi pabba á flakavirkinum og mamma var flakakvinna ein stóran part av hennara arbeiðslívi, og je verið eygleiðari á síðulinjuni til hennara arbeiðslív sum flakakvinna. 

Je vitjaði mammu javnan á Tvøroyrar Flakavirki, har hon fyrst arbeiddi. 

Onkuntíð hevði je brúk fyri at spyrja mammu um eitthvørt, so rann je bara oman á keiina, inn á virkið og fann mammu, har hon trúføst stóð og kílaskar eitt flak fyri og annað eftir dag út og dag inn, tá nakað arbeiðið var.

Tað var kalt, tað var vátt, tað var larmur, tað var strævið og tað var óforútsigiligt; bæði viðvíkjandi arbeiðstímum - og inntøkum.

**

Hvønn ónsdag var je í Fylking eftir lønini hjá mammu. 

Minnist væl, hvussu trongt tað oftani var í lítla hølinum og Danjal av Rana innan fyri diskin við brillunum niðri á nøsini, meðan hann taldi og taldi. 

Onkuntíð misti hann talið, og so byrjaði hann umaftur. 

Je brúkti bíðitíðina at telja, hvussu nógv vóru áðrenn meg, og at flyta meg spakuliga eftir beinkinum – um je var so heppin, at je hevði fingið pláss – til tað endiliga var mín túrur. 

Oftani komu fólk av virkinum í sínum arbeiðsklæðum at heinta sína løn. 


Tey luktaðu ikki av fiski, men av pengum. 

Viðhvørt heintaði je ein konvolutt, viðhvørt tríggjar, viðhvørt fimm. Jú fleiri konvoluttar, jú meira fekk je burturúr – 10 kr fyri hvønn! 

**

Je bleiv vaksin, og fór at hugsa meira um arbeiðstreytirnar hjá mammu og hinum á flakavirkinum. 

Áðrenn mamma fekk fartelefon, so hoyrdi je hana ofta siga, at hon kundi ikki fara út, um nú June, arbeiðsforkvinnan, ringdi við arbeiðsboðum, og hon ikki var inni. 

Mamma og nógv onnur, sum starvast á fiskavirkjum hava brúkt nógva tíð at bíða eftir arbeiði, men bíðiløn var og er eingin – er tað í lagi? 

Nei. Absolut nei!
Framvegis er nógv at stríðast fyri, og einki kemur av sær sjálvum, so okur mugu halda áfram. 

**

Tá “Fiskepigernes Fagforening” helt 100 ára føðingardag á Seglloftinum í fjør, varð nevnt, at full løn undir sjúku og føst løn til arbeiðsfólk á virkjum, er nakað, sum tað MÁ og SKAL arbeiðast fyri. 

Hetta eru treytir, sum flestu okra taka sum eina sjálvfylgju. 

At okur fáa okra føstu løn hvønn mánaða, og at okur ikki verða trekt í løn, liggja okur sjúk í 2-3 dagar.

Í dag er fyrsti mai. 

Tað er fyrsti dagurin í mánaðinum, og flest okra hava fingið útgoldið løn, sum okur síðani rinda til tær ymisku mánaðarligu útreiðslurnar. Og okur vita nøkunlunda, hvat okur hava eftir – hareftir liva okur okra lív, stýra okur okra innkeypi, gera okur okra íløgur. 

Tey tímaløntu á einum flakavirki vita í dag ikki, hvat tey enda við at fáa útgoldið, tá hesin mánaðin er av. 

Hvussu nógv tey hendan mánaðin mugu seta til síðis, skuldi lønin fyri mai-mánaða verið lítil. Ber yvirhøvur til at seta nakað til síðis?

**

Ímyndið tykum at fara til hús ein dag mitt í mánaðinum, tí fiskurin er uppi og ikki vita, nær tú skalt til arbeiðis aftur?

Ímyndið tykum, hvat hendan óvissan ger við eitt menniskja? 

Hetta vóru arbeiðsumstøðurnar hjá Helenu og hinum kvinnnunum fyri meira enn 100 árum síðani. 

Hetta eru arbeiðsumstøðurnar hjá teimum tímaløntu á fiskavirkjum enn tann dag í dag. 

Og tað er ikki í lagi. 

Arbeiðsgevarar hava skyldu at taka sær av sínum starvsfólkum – teimum, sum í øgiliga stóran mun eru orsøkin til stóru yvirskotini - og tryggja teimum eina virðiliga og fasta inntøku hvønn mánaða, sum tað ber til at skapa sær eitt virðiligt lívsgrundarlag fyri í nútíðarsamfelagnum. 

Fyrsti mai er altjóða stríðsdagur - eins væl og veitsludagur. 

 

Okur fagna vunnar sigrar – og seta út í kortið, hvat eftir er at stríðast fyri. 

**

Latið okum ikki bara í dag minnast stríðið og tað, ið eftir er at stríðast fyri. Latið okum minnast hetta hvønn dag. 

Latið okum brúka okra rødd. 

Tí, “det nye sker, når den, der er tiltænkt tilskuernes rolle, begynder at blande sig”. 

**

So – góðu verkakvinnur og góðu verkamenn. Góðu tykur øll. At enda vil je í míni fyrsta maidagsrøðu takka fyri, at je slapp at bera fram røðu fyri tykum, sum eru komin saman her í dag – beint við fiskaplássið og Valin við ríku arbeiðarasøguni - og so vil je nýta høvið at koma við hesi áheitan til tykum og okum øll, sum ynskja at liva í einum samfelagi, har okur øll eru javnsett: 
 

Komið og blandið okum meira.

Takk fyri, og framhaldandi góðan 1. mai.