Røða sum Magna E. Mørkøre helt á Reyða Torginum í Vestmanna á arbeiðaradegnum tann 1. mai 2023.
Góðu Vestmenningar, góðu føroyingar, góðu verkafólk.
Í dag viðurkenna og hátíðarhalda vit arbeiðaran, ikki einans í Føroyum, men um allan heimin. Eins og hjá hondbóltsharrinum er tað ikki einans tann eini dysturin, sum skal til, fyri at sigra, fyri at flyta og rætta upp uppá skeivleikar í arbeiðsviðurskiftum hjá arbeiðaranum. Hvønn dag í árinum stríðast fakfeløg fyri rættindunum hjá arbeiðaranum, tí tað er og verður framhaldandi neyðugt.
Yrkið sum sjúkrarøktarfrøðingur
Tá eg sum 19 ára gomul flutti til Keypmannahavnar, var eg gjørd varug við 1. mai tiltakið í Fælledparkini. Sjálv gav eg mær kanska ikki so nógv far um endamálið við tiltakinum, var meira hugtikin av at møtast við vinum og hugna mær, drekka ein kalda og hvat ein nú ger sum 19 ára gomul. Nú er eri 36 ár og havi í skjótt eitt ára tíggju starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur. Eitt yrki eg eri so sera glað fyri og erpin av. Eitt yrki, sum er mær so meiningsfult og ríkar mær lívið uppá ein hátt, onnur størv ikki hava megnað. Eitt yrki sum eisini hevur víst mær týdningin av, at vit framvegis og framhaldandi mugu halda fast í 1. mai sum altjóða arbeiðaradag, dagurin har ljós verður varpað á arbeiðaran.
12. mai er altjóða dagur hjá sjúkrarøktafrøðingum. Tað er ikki uttan grund at dagurin verður hildin tann 12. mai, hetta var nemliga føðingurdagur Florence Nightingale, grundleggjarin til ta modernaðu sjúkrarøktafrøðina. Sjúkrarøktarfrøðin hevur, sum øll onnur yrki, verið ígjøgnum stórar broytingar. Nightingale broytti m.a. sjúkrarøktafrøðina frá at verða eitt religiøst kall til at verða eitt yrki. Hon var frammanfyri sína tíð, fann seg ikki í arbeiðsviðurskiftinum, sum sjúkrarøktarfrøðingar arbeiddu undir, hon vísti á trupulleikar og kom við loysnum. Nightingale var miðvís, engagerað og ágrýtin. Í ár eru 203 ár liðin síðan Nightingale var borin í heim, og framvegis heldur sjúkrarøktarfrøðin á við at flyta seg, nú er tað við fakfeløgum á odda, sum eins og Nightingale arbeiða miðvíst, engagera og við ágrýtni.
Framtíðin á heilsu- og umsorgarnarøkinum
Ofta verður sagt, at vit heilsustarvsfólk, ikki skulu tosa fakið hjá okkum niður, hetta er við til at styggja fólk vekk. Tað eri eg eisini partvís einig í. Men um vit, sum eru í fakinum, ikki varpa ljós á óvirðiligar arbeiðsumstøður og skeivleikar, hvør skal so gera tað?
Elsta dóttir mín, sum nú er 14 ár, segði tá hon var yngri: ”Mamma, tá eg verið vaksin, tá vil eg verða sjúkrarøktarfrøðingur eins og tú”. Til hetta svaraði eg: ”Nei góða, vel tú heldur eitt annað arbeiði”. Um hetta mundi arbeiddi eg í skiftisvaktum, og tá bar ikki til, og ger tað framvegis ikki, at arbeiða 40 tímar um vikuna, uttan at bróta hvílitíðina. Tað vóru m.a. arbeiðsumstøður og lønarviðurskifti, sum gjørdu, at eg ikki vildi eggja henni at fara sama veg sum eg.
Eg eri tó komin uppá aðrar tankar, kanska serliga aftaná løgtingsvalið 8. desember í fjør, tá Javnaðarflokkurin sigraði. Millum annað var vallyfti um stytta arbeiðsviku, sum tendraði eina vón í mær, eina vón, so tá mín yngra dóttir, sum er 8 ár sigur: “Mamma, tá eg verið vaksin vil eg verða sjúkrarøktarfrøðingur eins og tú”, svarið eg henni“, “Ja góða, sjálvandi skalt tú tað”. Hetta sigi eg, tí eg veruliga havi eina vón og ein dreym um at arbeiðsumstøðurnar og lønarviðurskifti, ikki einans hjá sjúkrarøktarfrøðingum, men hjá øllum sum starvast innan heilsu- og umsorganarøkinum í Føroyum verðwa betri. At lønarlyftið til lægst løntu bólkarnar á umsorganarøkinum fara at muna og stytta arbeiðsvikan gevur okkum meira tíð saman við okkara kæru, uttan at vit skulu niður í løn.
Arbeiðskor í dag
Tá eg var barn arbeiddi babba sum bakari og mamma var heimagangandi, ikki fyrr enn eg fór í skúla fór mamma til arbeiðis. Í dag eru fá heim har annað foreldrið er heimagangandi, hetta ber hjá teimum allar flestu als ikki til. Dagsins samfelag er skrúvað soleiðis saman, at bæði foreldur ofta verða noydd at arbeiða fulla tíð, 40 tímar um vikuna. Og tað er beinhart, og hjá teimum flestu, ov hart. Allar oftast er tað kvinnan sum arbeiðir niðursetta tíð, fyri at heimið skal hanga saman, tí kvinnan frammanundan forvinnur minni í løn. Hetta mynstrið kenna flestu okkara, eisini eg. Hetta mynstrið, sum heldur okkum fast í avgerðini frá 1969, har tey sokallaðu kvinnustørvini skulu verða lægri lønt, tí kvinnur ikki vóru roknaðar sum forsyrgjarar - men tað eru vit!
Í dag hava vit tørv á allari arbeiðsmegi á arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðsloysið er framvegis met lágt og framrokningar vísa, at tørvurin á arbeiðsmegi, serliga innan heilsu- og umsorganarstørv bara veksur. Hendan trupulleikan mugu vit loysa, tí starvsfólk hokna undir vegna høgt arbeiðstrýst. At taka eitt eyka tak, var eisini ein ofta vendur setningur upp til seinasta løgtingsval, serliga inn heilsu- og umsorganarøkið. Men hetta eyka takið er langt síðani tikið.
Vit kunnu ikki broyta lagnuna hjá teimum, sum vegna aldur eru illa farin á arbeiðsmarknaðinum, har arbeiðið hevur kosta kropsligan ella sálarligan skaða. Men enn ber til at broyta lagnuna hjá okkum sum eru á arbeiðsmarknaðinum í dag og gera arbeiðsviðurskiftini hjá komandi ættarliðið enn betri.
Eg vil enda við at takka fyri tað stóra álit mær er givið at bera fram røðu í dag. Hetta er mær ein stórur heiður og ein stór álitisváttan. Og til fyriskipararnar, Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag, takk at tit áhaldandi og í felag skipa fyri tiltakinum. Tí eins og við føroysku hondbóltsmonnunum koma vit longst, um vit arbeiða saman.
Takk fyri og framhaldandi góðan altjóðan arbeiðaradag øll somul.