Birna Heinesen
Lesarabræv18. november 2022
Birna Heinesen

Raðfesting av skúlanum er ein íløga í okkara framtíð!

At raðfesta útbúgvingarøkið er ikki bara ein raðfesting millum aðrar. Skúla- og útbúgvingarskipanin er grundsúlan undir samfelagnum. Her verða lunnar lagdir undir framtíðini hjá øllum.

Løgtingsval 2022

At raðfesta útbúgvingarøkið er ikki bara ein raðfesting millum aðrar. Skúla- og útbúgvingarskipanin er grundsúlan undir samfelagnum. Her verða lunnar lagdir undir framtíðini hjá øllum.

Og tað skal vera mítt hjartamál at kempa við øllum sum eg eigi fyri skúlan – næmingin eins væl og læraran.

Skúlaskipanin er undir stórum trýsti – og hyggja vit rundanum okkum, so er økið merkt av verkføllum, starvsfólkatroti og andaneyð. Í vár vóru lærarar í Finnlandi í verkfalli og í heyst vóru lærarar í Noregi í verkfalli.

Her heima hava vit sæð avbjóðingar á dagsstovnaøkinum, og tað sum sæst í hinum londunum er, at tað er á dagstovnaøkinum tað byrjar, og síðani krýpur starvsfólkatrotið upp eftir í fólkaskúlan og síðani eisini í miðnámsskúlan.

Avbjóðingarnar hjá børnunum og teimum ungu eru støðugt vaksandi, eins og vantandi trivnaður. Og tað at útbúgvið fólk manglar, ger ikki støðuna betri.

So her má handlast nú!

Vit mugu sláa manngarð um skúlaskipanina, áðrenn tað verður ov seint.

Vit mugu taka hetta í álvara. Útbúnir lærarar skulu trívast í sínum størvum, og fakfeløgini, sum vara av hesum økjum, skulu verða hoyrd, vird og sædd.

Læraraútbúgvingin skal tryggja, at útbúgvingin samsvarar við tann veruleikan, sum lærarar koma at standa í, tá teir hava sín fyrsta arbeiðsdag, óansæð um tey starvast í innskúlingini, í miðdeild ella hádeild.

Ein skipan fyri øll

Vit mugu tora at bróta upp úr nýggjum – at skapa ein skúla sum veruliga er fyri øll og sum samstundis ger okkara komandi ættarlið til reiðar at taka yvir, har vit sleppa.

Hetta snýr seg um okkara børn, um starvsfólkini og tískil eisini um okkara búskap. Fólkaskúlin, miðnám og yrkisnám eru grundarlagið undir okkara framtíð og hesi mugu øll trý styrkjast!

Tað fari eg at seta sum eitt tað  fremsta málið at arbeiða fyri, um tú gevur mær tín kross 8. desembur.

 

Birna Heinesen, valevni Javnaðarfloksins