Hóast eldraøkið varð lagt út til kommunurnar í 2016, so meti eg tað vera ein avbjóðing hjá landinum at síggja til, at starvsfólkatørvurin verður nøktaður.
Eitt av mínum hjartamálum til komandi løgtingsval er, at vit stytta arbeiðsvikuna úr 40 niður í 37 tímar. Gransking í Norðurlondum vísir greitt, at ein styttri arbeiðsvika økir um trivnaðin hjá starvsfólkum, men er samstundis eisini til gagns fyri arbeiðsgevaran og brúkaran. Sjálvt um tað ljóðar næstan ótrúligt, so er hetta veruliga ein vinnarasøk fyri allar partar. Tí hava eisini fleiri av okkara grannalondum sett arbeiðsvikuna til 37 tímar. Nú er tíðin komin til, at vit í Føroyum gera tað sama.
Sjálv starvist eg dagliga í eldraøkinum á einum brøki 1,0, sum er full tíð, also 40 tímar. Sum sjúkrarøktarfrøðingur og heilsustarvsfólk er tað trupult hjá mær og øðrum at arbeiða skiftisvaktir fulla tíð, uttan at vit bróta okkara sáttmála. Hetta vil siga, at tann neyðuga hvílitíðin millum okkara vaktir als ikki er optimal. Og eg ivist onga løtu í, at brúkarin kundi fingið stórt gagn av, um vit starvsfólk høvdu meira orku til tey og og nærveru saman við teimum.
Hetta hevði møguliga eisini fingið heilsustarvsfólk at verði verandi í Føroyum og arbeitt, og ikki farið uttanlands, sum vit síggja eina ábending um í dag.
Hetta hevði eisini ført til eina hægri løn í mun til, hvønn brøk tú arbeiðir. Tað haldi eg avgjørt at øll, sum arbeiða við menniskjum, hava uppiborið. At arbeiða við menniskjum er eitt ótrúliga gevandi starv, men so sanniliga eisini krevjandi. Tað krevur nógv av okkum at skula nøkta tørvin hjá tí einstaka og veita eina holistiska røkt, sum hvørt einstakt menniskja hevur uppiborið, ung sum gomul.
Ein lægri arbeiðsvika hevði eisini gjørt tað lættari hjá familjum og øllum sum heild at samantvunnið familjulív og arbeiðslív. Sjálv eigi eg fimm børn, og kenni eg tað sum, at mest dýrabara tíðin saman við børnunum verður tikin frá mær onkursvegna, vegna fullu arbeiðstíðina. Og hóast eg elski mítt arbeiði, so haldi eg, at tað er nakað, vit mugu taka í størsta álvara og ikki minst hugsa um børnini, sum vaksa alt ov skjótt og hava tørv á okkum, meðan tey veksa upp.
Hóast eldraøkið varð lagt út til kommunurnar í 2016, so meti eg tað vera ein avbjóðing hjá landinum at síggja til, at starvsfólkatørvurin verður nøktaður. Av tí, at eg starvist í eldraøkinum, síggi eg trupulleikan her. Á mínum arbeiðsplássi eru vit heppin at hava nóg mikið av dugnaligum og umsorganarfullum fólki. Men eg hoyri ofta um onnur heim, sum dagliga tørva fólk, og tískil fáa okkara eldru ikki neyðugu hjálpina og umsorganina. Landinsins myndugleikar mugu tí eisini taka ábyrgd fyri at betra um karmarnir hjá heilsustarvsfólkum á øllum økjum.
At arbeiða við eldru borgarunum er eitt so sera gevandi arbeiði, og eg elski mítt arbeiði. Tey eru eitt heilt serligt ættarlið og hava upplivingar, sum eru so hugtakandi at hoyra um, og so eru tey so sera takksom fyri alt. Tí mugu vit seta neyðugu átøk í verk, bæði til gagn til borgarin og starvsfólkini.
Eg vil fegin arbeiða hart fyri hesum og vil tí enda við eini áheitan til tykkum um at seta X við Biritu Baldvinsdóttir Iversen á lista C.