Tað er umráðandi, at fakligi førleikin, innlitið og áhugamálini í kommununum taka lut í eftirmetingini av eldraøkinum. Tað heldur Heðin Mortensen, sum í dag hevur sett landsstýriskvinnuni við almannamálum ein fyrispurning.
Nú eftirmetingin av eldraøkinum er farin í gongd, vil Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hava at vita, hvør leisturin er, og hvønn leiklut kommunurnar hava. Tí hevur hann í dag sett Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, ein fyrispurning.
- Støðan er serlig, tí hóast tað er landið, sum skal taka stig til eftirmetingina, eru tað einans kommunalu samstørvini og kommunurnar, sum hava arbeitt innihaldsliga við økinum og gjørt sær royndir við skipanini hesi fimm árini, sum ábyrgdin av økinum hevur ligið hjá kommununum, sigur Heðin Mortensen.
Heðin Mortensen vil hava at vita, nær løgtingið kann vænta, at úrslitið av eini eftirmeting av eldraøkinum verður lagt fyri Løgtingið at viðgera og taka støðu til; hvussu landsstýriskvinnan tryggjar, at fakligi førleikin á eldraøkinum er partur av eftirmetingini; um landsstýriskvinna heldur, at tørvur er á, at kommunur og kommunalu eldrasamstørvini eisini eftirmeta, og meta um tørvin á at nýhugsa og broyta bygnað og tænastur; og um landsstýriskvinnan heldur, at tænastan á eldraøkinum, fíggjarviðurskiftini og markamótini millum land og kommunur eru nøktandi í dag.
- Landið hevur sett løgligu karmarnar um kommunalu samstørvini, men kommunurnar hava ábyrgdina av, um samstørvini virka, og um tænastan er nøktandi. Tí ræður tað um, at eftirmetingarleisturin leggur upp til, at kommunurnar eisini meta um tørvin á at nýhugsa og broyta bæði bygnað og tænastur. Í hesum sambandi ræður eisini um, at fakligi førleikin, innlitið og áhugamálini í kommununum taka lut í eftirmetingini, so tann vitan, tær royndir og tað innlit, ið eru bygd upp hesi árini, verða brúkt, sigur Heðin Mortensen.