Heilsuhjálparar og heilsurøktarar skulu hava nógv betri kor á føroyska arbeiðsmarknaðinum, heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
Arbeiðið er tungt, lønin er lág, starvsplássini eru undirmannað, og tað er trupult at fáa fulltíðarstarv innan sítt fak. Hetta eru nakrar av avbjóðingunum, sum heilsufakfólk uppliva í tí dagliga. Bæði heilsuhjálparar og heilsurøktarar skulu hava nógv betri kor á arbeiðsmarknaðinum, heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
- Vit eiga at arbeiða miðvíst fyri at betra um umstøðurnar hjá hesum fakbólkum, so tey fáa ta virðing, sum tey hava uppiborið. Vit kunnu byrja við at tryggja alment settum starvsfólkum rættin til at arbeiða fulla tíð, sigur Jóhannis Joensen, sum hevur sett landsstýrismanninum við arbeiðsmarknaðarmálum ein fyrispurning um júst hetta. Hann vísir á, at umframt at tryggja rættin til at arbeiða fulla tíð, eiga vit at stytta vanligu arbeiðsvikuna, soleiðis at tey, sum arbeiða niðursetta tíð, koma tættari fullari løn.
Heilsuhjálparar og heilsurøktarar eru í stóran mun í starvi hjá tí almenna – annaðhvørt hjá landi ella kommunum. Ein stórur partur av hesum fakbólkum eru kvinnur, og ein stórur partur arbeiðir niðursetta tíð. Meðan summi vilja arbeiða niðursetta tíð, m.a. tí at talan er um tungt arbeiði, eru tað onnur, sum gjarna vilja arbeiða fulla tíð, men hava ikki møguleika til tess. Flestu størv, sum verða lýst leys á hesum økinum, verða lýst sum parttíðarstørv. Tað hevur við sær, at vit í dag hava nógvar faklærdar heilsuhjálparar og heilsurøktarar, sum mugu átaka sær hjástørv, t.d. vaskistørv, fyri at fáa endarnar at røkka saman.
- Arbeiðsloysið í Føroyum er metlágt, og tað er stórur tørvur á fólki á umsorganarøkinum. Tí kann tað tykjast sum ein andsøgn, at faklærd starvsfólk á økinum ikki sleppa at arbeiða fulla tíð. Tað er somuleiðis ein sannroynd, at hesir fakbólkar teljast millum tey lægst løntu í okkara samfelag. Við einum parttíðarstarvi verður lívsinntøkan og harvið pensjónsuppsparingin eisini lægri. Tað eiga vit at gera betri, sigur Jóhannis Joensen.