Alt, sum hoyrist frá landsstýri og samgongu í løtuni fer at niðurbróta samhaldsfestið millum fólk, økir og oyggjar í Føroyum.
Útoyggjasiglingin skal útveitast til privat at reka, sigur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum. Men fólkini á útoyggj gjalda eisini skatt og hava eisini verið við til at byggja hetta landið upp. Tey eiga eisini ein lut í felags samferðslukervi okkara. Og Útoyggjafelagið talar at, sjálvandi tí tey vænta, at tænastan verður verri.
Tingbólkaformaðurin hjá Fólkaflokkinum sigur, at vit skulu leggja fólkaskúlan undir kommunurnar at reka, heldur enn at tryggja føroyingum allastaðni góða og javna undirvísing. Fyrsti trupulleikin snýr seg um pengar. Fleiri kommunur eru longu illa sperdar fíggjarliga, og tað verður sjálvandi at kalla ógjørligt hjá teimum at bera raksturin av fólkaskúlanum. Hin trupulleikin er, at royndir úr grannalondum púra greitt vísa, at kommunalisering av fólkaskúlanum hevur við sær ójavna góðsku millum stóru og smáu økini, og at næmingar á smáu plássunum harvið ikki fáa atgongd til somu undirvísing.
Sjálvandi skal tað vera ein landspolitisk uppgávu at tryggja javna góðsku og góð viðurskifti fyri lærarar, foreldur og børn kring landið. Postnummarið skal ongantíð avgera, hvat ein fær fyri sínar skattakrónur.
Landsstýrið vil eisini, at Bústaðir skulu byggja Barnaheimið. Tað er positivt, um landsstýrið vil seta ferð á at byggja nýggja barnaheimið. Men tað er at snúgva sær undan ábyrgd, og tað merkir í roynd og veru, at landskassin átekur sær eina útreiðslu, sum ikki fer at síggjast aftur á fíggjarlógini. Úrslitið verður, at landskassin verður niðurbundin komandi mongu árini, og at Bústaðir fer at hava lítið og einki eftir at byggja annað fyri.
Einskiljing tykist somuleiðis at vera eitt aðalmál hjá samgonguni. At skaffa sær nakrar eingangsinntøkur fyri at pynta um fíggjarlógina. Landið hevur sett pening í og bjargað mongum sentralum fyritøkum, sum eru grundarlag undir undirstøðukervinum m.a. innan flogferðslu, samferðslu, sigling og samskifti, tá ringast stóð til. Nú eru góðar tíðir, og tí skal tað einskiljast soleiðis, at landskassin ikki skal fáa ágóðan.
Veitingartrygdin er grundarlagið í føroyska samfelagnum. Øll mugu hava somu møguleikar. Tað er ein vandi, um bara profittur verður grundarlagið á veitingum og tænastum.
Reyði tráðurin í borgarliga politikkinum higartil tykist vera, at landið skal sleppa sær undan so nógvari ábyrgd, sum til ber, at vælferðin og samhaldsfestið verður ofrað fyri, og at nakrir privatir aktørar sleppa framat at forvinna pening uppá veitingarskylduna og tænastuskylduna hjá almennu Føroyum.
Avleiðingin verður, at fólk á útoyggj fara at gjalda meira fyri verri tænastu. At næmingar í smáu kommununum fara at fáa verri undirvísing enn í teimum stóru. Og at summi fara at fáa nógv meira enn onnur fyri sínar skattakrónur.
Tað er ikki rættvíst. Tað er ikki samhaldsfast.
Og tað fer at raka tey smáu plássini harðast.
Jóhannis Joensen, Javnaðarflokkurin