Strandferðslan hevur boðað frá, at prísirnir hjá Bygdaleiðum hækka. Enn er ikki vist, hvussu nógv, og tí havi eg spurt landsstýrismannin, hvat vendir og upp niður í hesum málinum.
Norðlýsið visti herfyri at siga, at viðskiftafólkini nú ein dagin skuldu gjalda 100 krónur meir enn higartil fyri eitt mánaðarkort. Ein hækking á heili 10% í einum, sum SSL segði var ein feilur. Samstundis varð sagt frá SSL, at prísirnir fara at hækka.
At hækka prísirnar fyri at brúka almennu flutningstólini, samstundis sum vit hava sæð ógvusliga príshækking á býli, olju og matvørum, er steinur oman á byrðu hjá borgaranum. Tí er áhugavert at hoyra, hvat grundgevingin er fyri at hækka prísirnar nú.
Síðan Eysturoyartunnilin kom, so hava norðoyingar og eysturoyingar ynskt fleiri túrar til Havnar gjøgnum tunnilin. Hetta fyri at fólk, ið ynskja at brúka Bygdaleiðir í hesum økjum, fáa størri gleði av nýggja tunnilinum.
Hetta er ikki rætta løtan at hækka prísirnar. Føroyingar hava ivaleyst av fíggjarligum avbjóðingum at hugsa um, og tí má kostnaðurin á almennu flutningstólunum ikki leggja eyka trýst á.
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna
Les fyrispurningin her: https://www.logting.fo/documents/53754