Tá Bústaðir eru liðug við teir 170 bústaðirnar, sum nú eru í gongd, steðgar alt virksemið upp. Hví? Tí samgongan hevur avgjørt, at bústaðarpolitikkur fyrst og fremst skal snúgva seg um privata vinnulívið. Í valstríðnum søgdu tey seg annars vilja byggja fleiri bústaðir. Men tað fyrsta, tey gjørdu, var at seinka alla bústaðarbygging og í staðin seta enn ein arbeiðsbólk.
Nú hava vit bíðað eftir arbeiðsbólkinum í skjótt tríggjar mánaðir. Og niðurstøðan er:
Bólkurin hevur onga niðurstøðu.
Í tinginum lá annars ein bústaðarpakki við seks uppskotum í seinastu setu. Fimm av uppskotunum vórðu samtykt, men tíverri eydnaðist ikki at fáa sætta uppskotið samtykt. Tað uppskotið snúði seg um at lata Bústaðir byggja 200 nýggjar og fjølbroyttar leigu- og lutaíbúðir, og hevði hetta givið fleiri fólkum atgongd til trygg og góð heim. Men vit høvdu tá ikki meirlutan í fíggjarnevndini, og orsakað av manglandi áhuga frá táverandi andstøðu bleiv uppskotið ikki til veruleika. Vit løgdu sætta uppskotið fram aftur beinanvegin eftir valið, men tíverri feldu Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin uppskotið. Samgongan sigur seg vilja hava fleiri bústaðir, men handlingarnar siga nakað annað.
Loysnirnar liggja á borðinum. Heldur enn at seta fleiri arbeiðsbólkar at spekulera um privatan vinning, latið okkum so heldur tosa saman um at fáa bygt tað, sum manglar.
Tað er okkara uppgáva sum fólkavald at tryggja øllum atgongd til hóskandi bústaðir. Tað privata ger sín part, og tað almenna skal sanniliga eisini gera sín part. Í síðsta enda snýr tað seg um rættin hjá øllum at hava eitt stað, sum tey við vissu kunnu kalla fyri sítt heim.
Javnaðarflokkurin