Suðuroyingar og onnur í útjaðaranum brúka heilar dagar í Havn fyri at fáa svar uppá eina blóðroynd. Tað er ikki neyðugt – latið okkum flyta hendan partin av heilsuverkinum inn í talgilda heimin, sigur Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin.
Einaferð var tað Per, sum fór til Havnar at keypa sær vøttir. Strævið var at fara til Havnar í at gera ørindi, tí hann visti aldrin, nær Másin fór, og nær hann slapp heim aftur til Sands. Í dag hava vit eina álítandi ferðaætlan, men tað broytir ikki uppá, at best hevði verið, um fólk í útjaðaranum sloppu undan óneyðugari ferðing til Havnar.
Í dag havi eg víst pabba runt á nýggja arbeiðspláss mínum í løgtinginum í Havn. Her hevur hann fyrrapartin heilsað uppá blíðar og fyrikomandi politikarar og onnur starvsfólk í húsinum. Í húsinum har landsins lógir verða smíðaðar. Í húsinum, har vit skulu virka fyri skapa best hugsandi samfelagið fyri allar føroyingar. Men í hesum sama húsi verður alt ov ofta gloymt, at Føroyar eru størri enn miðstaðarøkið.
Alt ov ofta gloymir politiska skipanin okkum í útjaðaranum.
Ein heilan dag heimanifrá
Pabba, sum býr á Tvøroyri, fór húsum frá tíðliga í morgun fyri at náa við Smyrli klokkan 07.00. Seint seinnapartin er hann heima aftur á Tvøroyri. Hann er sostatt ein heilan dag heimanifrá í dag.
Og hvørji eru so hansara ørindi í Havn? Jú, hann skuldi til lækna við knæi sínum, eftir at hann er blivin skurðviðgjørdur fyri nøkrum mánaðum síðani. Tað er ein læknatíð, sum kravdi, at hann møtti upp í Havn, tí læknin hevði tørv á at síggja hann. Men í næstum skal hann aftur til Havnar. Tá er tað bert ein journalskriving sum er á skrá. Ein samrøða sum - við tí samskiftistøkni sum er tøk í dag - saktans kundi verið gjørd gjøgnum antin telefon ella interneti. Fleiri eru eisini dømini um suðuroyingar sum skulu brúka heilar dagar í Havn fyri at svar uppá eina blóðroynd.
Tað eigur ikki at vera neyðugt.
Suðuroyingar skulu hava møguleika fyri at fara til talgildar viðtalur og samrøður á Suðuroyar sjúkrahúsi, og norðoyingar skulu hava somu møguleikar á Klaksvíkar sjúkrahúsi, so hesi sleppa undan at ferðast til Havnar óneyðugt.
Tí havi í skrivligum fyrispurningi spurt Margit Stóra, landsstýriskvinnu í heilsumálum, hvussu tað gongur at flyta heilsuverkið inn í talgilda heimin. Eg vóni fyri føroyingar í útjaðaranum, at hetta er nakað, politiska skipanin kann loysa.
Súsanna Bertholdsen
Løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin