Tíðindi15. desember 2020

Órættvísar treytir

“Tað er órættvíst, men hetta eru treytirnar.” Tað søgdu samgonguumboðini um skerjingina í tillagaðum størvum.

Bæði tey, sum eru í tillagaðum starvi, og avvarðandi hava seinastu dagarnar víst á, at tillagaðu størvini eru ein stór hjálp og bati fyri tey, og at tey njóta sera gott av henni. Í einum tillagaðum starvi fært tú, hóast avbjóðingar, tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Tað er gevandi fakliga, sosialt og fyri sjálvsvirðið hjá tí einstaka. Vit hava øll nakað at geva til felagsskapin, og tað skulu vit verja heldur enn at skerja. 

Skerja hjá teimum, sum bera brek

Uppskotið frá samgonguni merkir fyrst og fremst, at mann velur at skerja hjá teimum, ið bera brek, heldur enn at taka frá teimum, ið hava mest. Harumframt hava tey nú gjørt nakrar broytingar í uppskotinum so at skipanin nú verður soleiðis, at tey, ið eru í skipanini, fáa heilt ørvísi treytir enn tey, ið koma inn í skipanina av nýggjum, ella skifta starv. Tað merkir, at samgongan stavnsbindur fólk við skerdum arbeiðsførleikum í einum starvi, tí tey fara fleiri túsund krónur niður í løn, um tey velja at skifta starv. Og tað er ikki í lagi at skeikla javnvágina á arbeiðsmarknaðinum soleiðis, at fólk, ið sita lið um lið og gera sama arbeiði, hava so grundleggjandi ymsar fortreytir.

Tað er óhoyrt at spara soleiðis og skeikla javnvágina fyri fólk á arbeiðsmarknaðinum. Hvat spara vit í longdini við at seta fólk úr eini skipan, ið er bæði teimum og samfelagnum til gagns, tá vit hugsa um avleiðingarnar?

Takið pengarnar, har teir eru í yvirflóð

Tí vilja vit í Javnaðarflokkinum enn eina ferð heita á samgonguna um at taka pengarnar har, ið tað frammanundan er nokk. Eitt nú við at fylgja áheitanini frá Búskaparráðnum og taka meir inn frá uppsjóvar- og alivinnuni,  heldur enn at lata sparingarnar svíða hjá teimum, ið hava nokk at stríðast við frammanundan.

Men hetta eru treytirnar, sigur samgongan. Tá mann gevur stór virði til einstakar reiðarar, so skal onkur gjalda. Í hesum førunum eru tað tey við skerdum arbeiðsførleika. Tað er órættvíst, og vit vilja ikki góðtaka tað. Tí atkvøða vit ímóti uppskotinum.

Javnaðarflokkurin