Í Føroyum hava okur tvey privat oljufeløg, sum tykjast gera sær dælt av vanlukkuligu, syrgiligu orkustøðuni, okur eru komin í. Kappingareftirlitið staðfestir, at okkara einastu oljufeløg mjólka føroyingar og taka ein óvanliga høgan vinning til sínar partaeigarar.
Harafturat hava okur óvirknasta Vinnumálaráð í nýggjari tíð. Eitt Vinnumálaráð, ið bert tykist hyggja at, meðan fíggjarstøðan hjá vanliga føroyinginum skramblar saman og útlitini fyri einum køldum vetri gerast alsamt meira sjónlig.
Okur liva í rembingartíðum, og tí mugu óvanligar avgerðir takast fyri at gera tað liviligari hjá Føroya fólki. Verandi gongd kann ikki halda áfram.
Tað er trupult at ognartaka oljufeløgini, men annars eigur landið sjálvt at umhugsa at flyta kolvetni til Føroyar fyri marknaðarprís og selja uttan vinning til føroyingar og føroyska samfelagið fram til, at grøna orkuskiftið er framt.
Aftaná komandi løgtingsval – okur vóna, at tað kemur skjótt – má setast á stovn eitt orkumálaráð, ið veruliga skal fáa gongd á grøna orkuskiftið og sum skal standa fyri innflutningi av gassolju, bensin og diesel, inntil grøna skiftið er fullført.
Hetta skal nøkta tørvin hjá øllum føroyingum, ið ynskja ein sømiligari orkuprís enn tann, ið privatu oljufeløgini tyngja føroyingin niður við í dag.