"Ein stór og ógloymandi uppliving at síggja hesi fólkini aftur. Talan var um bæði skyldfólk og vinfólk, sum man hevur livað ímillum, og sum ikki longur eru okkara millum", sigur Henrik Old, sum takkar fyri góða sending í Kringvarpi Føroya.
Seinastu kvøldini hava vit sæð sendingar í sjónvarpinum um føroyska dansin í Sumba. Talan er um upptøkur frá 1977, og sigast má, at tað er sera gott, at tilfarið er varðveitt í Noregi, so tað nú kundi vísast fyri okkum í Føroyum.
Leygarkvøldið 18. mars var Gunnar Restorff í Sumba og vísti upptøkurnar fyri fólki har í bygdini og øðrum áhugaðum. Eg var sjálvur millum tey, sum sluppu at síggja hesa frálíku sending, sum Gunnar vísti okkum í samkomuhúsinum í Sumba. Ein stór og óglymandi uppliving at síggja hesi fólkini aftur. Talan var um bæði skyldfólk og vinfólk, sum man hevur livað ímillum, og sum ikki longur eru okkara millum. Eisini var stuttligt at síggja tann livandi barnadansin.
Eg vil takka teimum, sum á sinni tóku dansin upp, og teimum, sum síðani hava gjørt hesa sending til veruleika. Hetta er ein uppliving, sum eg seint fari at gloyma. Best av øllum er, at eftirtíðin altíð leita tílíka serstaka mentan fram aftur.
Henrik Old