Eitt av mínum hjartamálum er, hvussu gerandisdagurin hjá eldru borgarum kann blíva betur enn í dag. Vit mugu fjálga um okkara eldru borgarar, sum hava skapt og givið okkum núverandi møguleikar at virka undir.
Eg meti tað vera órættvíst, at arbeiðsinntøkan hjá teimum, ið ynskja og eru før fyri at arbeiða, blívur mótrokna í pensiónini. Mótrokningin skal burtur sum skjótast. Tey, sum vilja, skulu hava møguleika at halda seg virkin á arbeiðsmarknaðinum, so leingi tey ynskja tað. Avgerðin skal vera upp til hvønn einstakan. Viðbótin, fyri tey sum hava minst at liva av, skal eisini hækka.
Vit skulu arbeiða ímóti aldursmismuni og ikki tosa um eldrabyrðu. Vit í Javnaðarflokkinum virðismeta tað stóra sjálvbodna arbeiðið pensjónistar m.a. gera við at passa ommu- og abbabørn, tá tey eru sjúk, so foreldrini sleppa til arbeiðis, umframt alt annað sjálvboðið arbeiði, sum til dømis Reyði Krossur og Blái Krossur standa fyri.
Sjúk og eldri, sum hava tørv á umsorganarskipanini, skulu hava nokk av hondum at fjálga um seg. Tey, sum starvast í eldra- og umsorganarøkinum í dag, gera eitt megnar arbeiði, hóast tey eru undirmannað. Fleiri hava tó kenslu av, at tey ikki megna at fjálga nokk um tey eldru, hóast avvarandi eisini gera eitt stórt sjálvboðið arbeiði á økinum.
Sum støðan við væntandi arbeiðsmegi er í dag, kunnu allir arbeiðssinnaðir borgarar, sum nevnt omanfyri, vera við til at loysa trupulleikan á eitt nú eldraøkinum.
Øll vísindi peika á, at ein pensiónistur kann virka longri í samfelagnum, um hann er virkin og hevur ein innihaldsríkan dag.
Javnaðarflokkurin hevur sett sær sum mál, at tey eldru skulu hava ein innihaldsríkan og góðan aldurdóm. Hetta fari eg at gera mítt fyri, um tú vísir mær álit.
Kim Durhuus - valevni Javnaðarfloksins