Pengapungurin hjá foreldrunum skal ikki vera avgerandi fyri, hvørji børn og ung fáa sálarhjálp. Tað halda Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, sum hava lagt fram uppskot til samtyktar um at veita børnum og ungum ókeypis og lætta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð.
Í oktobur mánaði 2018 varð ein heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum handað táverandi landsstýriskvinnu við heilsumálum. Í heildarætlanini verður víst á, at tað eru greiðar ábendingar um, at talið økist á børnum og ungum, ið ikki trívast í gerandisdegnum vegna sálarligar trupulleikar.
Arbeiðsbólkurin skrivar, at ávísingarnar til barna- og ungdómspsykiatrisku deildina hava seinastu árini verið støðugt vaksandi, og hagtøl um heilivágsnýtsluna avdúka, at alt fleiri ung (15-24 ár) fáa antidepressiva. Almannaverkið vísir á sálarligar líðingar, sum størstu orsøkina til óarbeiðsføri hjá ungum føroyingum. Sernám hevur víst á, at ein vaksandi bólkur av børnum og ungum megna ikki skúlan vegna sálarligar avbjóðingar, aloftast angist. Somuleiðis vísa skrásetingar hjá heilsufrøðingum, at umleið fjórði hvør næmingur í fólkaskúlanum livir við trupulleikum ella avbjóðingum, ið kunna ávirka sálarligu heilsu teirra. Hesi tøl samsvara við kanningar frá Fólkaheilsuráðnum, sum siga, at tað serliga eru tey ungu vaksnu, sum stríðast við sálarligar avbjóðingar. Hjá teimum yngru vísur granskingin, at millum 20 - 40 % longu áðrenn 14 ára aldur hava verið merkt av álvarsligum sálarligum avbjóðingum. Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum er, at tað eru børn og ung, ið stríðast við sálarligar avbjóðingar, og at tey sum er, ikki altíð fáa neyðugu hjálpina.
Tinglimirnir í Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum halda avgjørd, at omanfyrinevndu tøl skulu takast í størsta álvara, og at tíðin er komin til at børn og ung fáa ókeypis og lætta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð. Góð sálarheilsa er ein avgerandi fortreyt fyri menning og læring hjá børnum og ungum, útbúgving og seinni at fáa fótafestið á arbeiðsmarknaðinum, siga uppskotssetararnir.
Í londunum, vit vanliga samanbera okkum við, verða stórar íløgur gjørdar í primera geiranum í at bjóða borgarum skjóta og lætta atgongd til ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð. Heildarætlanin vísir á dømi sum Better Access (2006) í Avstralia, Improved Access to Psychological Treatments (2008) í Stórabretlandi, Rehab- iliteringsgarantin (2008) í Svøríki og Rask Psykisk Helsehjelp (2012) í Norra. Eisini donsku regiónirnar hava sett málið um ókeypis sálarfrøðiliga hjálp til allar borgarar ovast á dagsskrá. Grundgevingin fyri átøkunum er einføld. Seinastu áratíggjuni eru eyðkend av stórum framstigum í gransking innan sálarfrøðiliga viðgerð, og ráðandi heilsumyndugleikar, sum WHO og bretska NICE, mæla til sálarfrøðiliga viðgerð sum tað fyrsta fyri lættari til moderatar sálarligar avbjóðingar.
Skal atgongdin til sálarfrøðiliga viðgerð vera løtt, er neyðugt at viðgerðin er tøk í øllum økjum í landinum. Ein upplagdur møguleiki er at styrkja sálarheilsutænasturnar á heilsudeplunum, sum eisini verður víst á í heildarætlanini. Soleiðis kundi ein stórur partur av ambulantu viðgerðunum á Psykiatriska deplinum farið fram í primera geiranum, og vildi hetta minkað um trýstið á sjúkrahúsini, samstundis sum tænastan til borgaran hevði verið tættari at gerandislívinum, skriva uppskotssetararnir í viðmerkingunum.
Við støði í heildarætlanini gjørdi undanfarni landsstýrismaður við heilsumálum av at seta ein arbeiðsbólk at gera eitt ítøkiligt tilmæli fyri ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð. Arbeiðsbólkurin mælti til, at farið verður undir eina 3 ára royndarskipan undir Heilsutrygd við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð fyri ung og vaksin í aldrinum 15 – 35 ár, sum stríðast við angist ella lættari til moderat tunglyndi. Arbeiðsbólkurin mælir til, at kommunulækni ávísir til skipanina. Metti kostnaðurin av hesi royndarskipan er í miðal tríggjar milliónir krónur um árið í trý ár.
Uppskotssetararnir halda, at vit eiga at stremba eftir, at sálarlig heilsa verður javnsett við likamliga heilsu. Hetta uppskotið er ein liður í hesum máli. Uppskotið leggur upp til, at landsstýrið tekur støðu til, um børn og ung skulu hava ókeypis og lætta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð.