Tíðindi24. mars 2021

Øll skulu hava ráð til at búgva í Føroyum

Undir seinastu samgongu varð meira enn ein nýggjur almennur bústaður fingin til vega hvørja viku. Men tað var tíverri ikki nokk, tí fólkavøksturin var gleðiliga stórur.

Núverandi samgonga hevur einki gjørt við bústaðarpolitikk í hálvtannað ár, men nú er eitt uppskot komið á borðið. Eitt uppskot, sum sigur, at privatir íleggjarar skulu vera við, um tað almenna skal byggja. Tað fer at hækka leiguna munandi, og tí mótmæla vit í Javnaðarflokkinum staðiliga.
 
Vit skulu hava nógv fleiri bústaðir sum skjótast, men tað almenna má sleppa at gera tað so bíligt sum møguligt, so at øll hava ráð til at til at búgva í Føroyum.
 
Hoyr brot úr røðu, sum Eydgunn Samuelsen helt í løgtinginum í gjár.