Tí fer Eyðgunn Samuelsen vegna Javnaðarflokkin at leggja uppskot fyri tingið um hetta. Uppskotið snýr seg um at tryggja rættindi til tey, sum vilja arbeiða fulla tíð, men ikki sleppa.
- Nógv av dugnaligu starvsfólkunum á umsorganarøkinum arbeiða niðursetta tíð. Fleiri av starvsfólkunum ynskja at raðfesta soleiðis, og tað hava tey sjálvandi fullan rætt til. Men tað eru eisini fleiri, sum vilja arbeiða fulla tíð, men ikki sleppa, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Tað gevur als onga meining, tá vit mangla starvsfólk. Hetta vil Javnaðarflokkurin broyta, so øll tey, sum ynskja at arbeiða fulla tíð, skulu sleppa tað.
Javnaðarflokkurin hevur fyrr lagt fram uppskot um at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar. Hetta hevði – saman við rættinum til at arbeiða fulla tíð – gjørt tað lættari hjá starvsfólkum at arbeitt fulla tíð í umsorganarstørvum, sum eru tung og krevjandi.
Uppskotið um rættin til at arbeiða fulla tíð verður lagt fyri Løgtingið, tá tingið kemur saman aftur.