Aksel V. Johannesen vil hava at vita, hvussu nógvar bústaðir landsstýriskvinnan við almannamálum hevur ætlanir um at lata byggja í hesum valskeiðnum. Eisini spyr hann, um støða er tikin til, um Bústaðir skal virka á vinnuligum grundarlagi, soleiðis sum arbeiðsbólkurin mælti til í mars.
Seinasta valskeið vórðu á leið hálvttriðhundrað leigubústaðir útvegaðir við Bústøðum. Hetta svarar til meira enn ein bústað um vikuna farna valskeið. Undanfarna samgonga hevði ætlanir um at lata Bústaðir útvega enn fleiri bústaðir, og við bústaðarpakkanum skuldu Bústaðir fáa heimild til at læna 250 mió. afturat. Men táverandi andstøða forðaði fyri uppskotinum. Nú nýggj samgonga er komin til, løgdu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi uppskotið um bústaðir fram aftur. Men nýggja samgongan feldi tað.
Landsstýriskvinnan við bústaðamálum førdi í hesum sambandi fram, at hon vildi hava ein arbeiðsbólk at viðgera málið. Fyrst í mars mánaði handaði arbeiðsbólkurin frágreiðingina, har tað m.a. varð mælt til at lata Bústaðir virka á vinnuligum grundarlagi. Arbeiðsbólkurin vísti á, at hetta fer at hava við sær, at leiguprísurin hækkar. Sambært Bústøðum er fermetraprísurin á einum leigubústaði hjá Bústøðum meira enn helvtina av prísinum hjá privatari fyritøku, sum rekur vinnuligt virksemi við leigubústøðum.
Hetta málið skuldi viðgerast politiskt, vóru boðini frá landsstýriskvinnuni tá. Nú tveir mánaðir eru farnir er framvegis einki at frætta viðvíkjandi politisku ætlanunum á bústaðaøkinum. Tí hevur Aksel V. Johannesen, formaður fyri Javnaðarflokkin, sett landsstýriskvinnuni ein fyrispurning um hetta. Aksel V. Johannesen vil hava at vita, hvussu nógvar bústaðir landsstýriskvinnan ætlar at lata Bústaðir byggja hetta valskeiðið, og um ætlanin er at lata Bústaðir virka á vinnuligum grundarlagi, sum arbeiðsbólkurin mælti til.
- Vit eru í eini støðu í løtuni, har tað tíverri eru alt ov nógv, sum standa og mangla eitt trygt heim fyri ein hóskandi kostnað. Undir undanfarnu samgongu útvegaðu Bústaðir meira enn ein bústað um vikuna. Hetta var tíverri ikki nóg mikið, tí tørvurin er framvegis alt ov stórur. Tí skulu Bústaðir sleppa at byggja meira. Ikki niðurlagast! Skulu Bústaðir virka á vinnuligum grundarlagi, so hevur tað eyðsæð við sær, at leigan verður hægri. Og tað merkist ikki minst fyri tey, sum frammanundan eru fíggjarliga sperd, sigur Aksel V. Johannesen sum viðmerking til fyrispurningin.