Tey, ið ynskja at arbeiða eftir pensjónsaldur, skulu hava betri sømdir, enn tey hava í dag. Tað heldur Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sum hevur landsstýriskvinnini fyrispurning um málið.
- Øll eru ymisk – summi ynskja at eina meiri friðaliga tilveru eftir pensjónsaldur, meðan onnur framhaldandi ynskja eitt tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Tað skal vera rúm fyri báðum, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Hon vísir á, at tað í verandi skipan ikki er serliga eggjandi hjá pensjónistum at hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin
- Sitandi samgonga lækkaði markið fyri mótrokning í fólkapensjónini úr 60.000 kr niður í 40.000 kr. At mótrokningarfría upphæddin er so lág, ger tað ikki eggjandi hjá pensjónistum at arbeiða og rakar tey, ið hava eina lítla uppsparing, lutfalsliga hart, greiðir Eyðgunn Samuelsen frá.
Hon vísir harafturat á, at fólk í tillagaðum starvi noyðast at fara av arbeiðsmarknaðinum, tá tey gerast pensjónistar. Eitt amboð, ið vildi gjørt tað møguligt hjá hesum bólki at hildið fram á arbeiðsmarknaðinum hevði verið at avtikið ella hækkað aldursmarkið fyri nær henda skipan heldur uppat.
Eisini eru margháttiligar reglur gjørdar fyri atgongd hjá pensjónistum til dagpening vegna sjúku. Herfyri boðaði landsstýrismaðurin frá, at einans tey við útsettari pensjón skulu fáa atgongd til skipanina. Hetta er bert ein elalítil partur av teimum, ið eru fólkapensjónistar, og tí kann tað undra, at ikki verður skipað soleiðis fyri, at allir pensjónistar, ið eru á arbeiðsmarknaðinum, fáa dagpening vegna sjúku.
- Tað er ein stórur fyrimunur fyri samfelagið, at eisini tey, ið eru farin um pensjónsaldur, eru virkin á arbeiðsmarknaðinum, ynskja tey tað. Tí er alneyðugt, at viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum eru skipað soleiðis, at tey eggja fólki at halda fram á arbeiðsmarknaðinum eftir pensjónsaldur, vísir Eyðgunn Samuelsen á.
Fyrispurningurin kann lesast her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9658