Undir seinastu samgongu útvegaðu Bústaðir meira ein nýggjan leigubústað um vikuna. Men tørvur er framvegis stórur, og samgongan tók ikki undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi um at geva Bústøðum heimild til at byggja meira. Tað er ikki í lagi, at einki hendir á hesum økinum, heldur Aksel V. Johannesen.
- Vit vita, at støðan í dag er soleiðis, at tað eru børn, sum vaksa upp í fuktigum kjallaraíbúðum í miðstaðarøkinum fyri eina rættiliga høga leigu. Tey hava uppiborið at fáa ein góðan bústað, har Bústaðir kann veita tað til ein kostnað, sum foreldrini hava ráð til at rinda, segði hann við Dag og Viku í kvøld.