Tíðindi01. mai 2020

Øll hava brúk fyri felagsskapinum

1. maidagsrøða, sum Aksel V. Johannesen helt í dag, altjóða arbeiðaradagin 2020.

Tveir røðarar vóru til talgilda 1. maidagshaldið hjá Javnaðarflokkinum. Aksel V. Johannesen og Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya

Góðu áhoyrarar heima í stovunum. Í garðinum. Í sóttarhaldi. Ella hvar tit uppihalda tykkum nú, tá vit ikki kunnu savnast. 

Í dag er fyrsti mai. Í dag hátíðarhalda vit arbeiðandi fólkið. Tað gera vit, hóast vit í ár mugu gera tað hvør sær. 

Vit minnast tey, sum undan okkum vunnu sigrar. Vit hátíðarhalda tey, sum framvegis stríðast. Og vit seta okkum nýggj mál í felag. 

At vit einans vinna, um vit halda saman, hevur ongantíð verið týðiligari enn nú. 

***

Í 1907 skrivaði svenska Selma Lagerløf barnabókina um 14 ára gamla Nils Holgersson. Nils Holgersson býr heima á garðinum hjá foreldrum sínum. Hann er dovin og sjálvsøkin. Fer illa við djórunum, og leggur lítið í onnur rundan um seg. 

Men tá hann knappliga ein dag kemur illa fyri, sær hann, at hann hevur tørv á øðrum. Hann mennist og upplivir, at gevur hann sítt til samfelagið, so verður tað honum afturlønt. Hann verður vaksin og sær virði í felagsskapinum.  

Boðskapurin í søguni endurspeglast somuleiðis í lívsáskoðan Selmu Lagerløfs. Politiskt virkaði hon fyri, at kvinnur fingu valrætt. Tá nasistarnir komu til valdið í Týsklandi, hjálpti hon menta- og listafólki at flýggja. Og undir Vetrarkrígnum gav hon sítt Nobel-gullheiðursmerki burtur fyri at stuðla Finnlandi fíggjarliga. 

Eins og Nils Holgersson var hon ein einstaklingur, sum gav nógv til samfelagið og sá stórt virði í felagsskapinum. Hon sá, at einki menniskja er ein oyggj. At vit øll hava tørv á hvørjum øðrum.

***

Fyrsti mai er altjóða arbeiðaradagur. Dagur hjá øllum, sum í tí dagliga geva okkara til felagsskapin. 

Dagurin hjá mammum og pápum, sum hvønn morgun leggja dagin til rættis og fara til arbeiðis. Tað er dagurin hjá tykkum, sum eru um, menna og undirvísa børnunum. 

Dagurin hjá tykkum á flakavirkinum, á dekkinum, í frisørsalongini, á goymsluni og handan diskin í handlinum. 

Og tað er dagurin hjá tykkum, sum taka tykkum av okkara eldru, av okkara sjúku og teimum, sum hava serligar avbjóðingar.  

Tit eiga stóra tøkk uppiborna. Hvør einstakur. Tí allir arbeiðarar skapa virði. 

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Anker Jørgensen, sáli, segði nakað soleiðis: 

“Vit eru øll arbeiðarar. At arbeiða eru Harrans treytir. Sjálvandi eru nógv sløg av arbeiði. Men tað er neyvan nakað slag av arbeiði, sum ikki krevur arbeiði.”

Sjálvur havi eg havt eina fjølbroytta yrkisleið. Eg havi arbeitt á Kósini, eg havi verið til skips, og í nøkur ár bar eg eisini post út. Seinni bleiv eg advokatur og síðani politikari. 

Øll árini havi eg arbeitt. Og øll árini føldi eg, at tað, sum eg gjørdi, hevði týdning. Um enn á hvør sín hátt. 

Tá vit fara til arbeiðis gera vit okkara skyldu. Og vit geva okkara part til felagsskapin. 

Tað gera vit, so vit kenna okkum trygg. 

Og tað gera vit, tí vit vita, at vit verða loftað. 

Tá vit gerast arbeiðsleys, sjúk ella gomul. Og tað er gott at vita, at øll verða loftað. 

Eisini tey, sum av ymiskum orsøkum ikki hava møguleika til at arbeiða. 

Tað er tað, sum samhaldsfesti snýr seg um. 

***

Góðu verkafólk

Hóast øll arbeiði hava sama virði, so er munur á uppgávunum. Meðan summi arbeiða við vitan, so eru onnur, sum arbeiða við tungum, kropsligum arbeiði. 

Tí merkjast árini eisini ymiskt. 

Tann, sum hevur vaskað, borið tungar vørur ella reinskorið flak í nógv ár orkar ikki longur tað sama, sum hann ella hon einaferð gjørdi. 

Pína kann kennast í rygginum, knøini eru farin at bila, ella giktin er farin at gera um seg í hondunum. 

Hóast hetta eru tað nógv, sum kýta seg síni seinastu ár á arbeiðsmarknaðinum. 

Og tá kunnu eitt ár ella tvey kennast drúgv. 

Tað var eisini tí, at vit í undanfarnu samgongu gjørdu tað møguligt at framskunda sína fólkapensjón. Ert tú niðurslitin við árunum, kanst tú nú søkja um framskundaða pensjón longu frá tí, at tú ert vorðin 64 ár.

Tit, sum í nógv ár hava lyft tungt á arbeiðsmarknaðinum, fóru sannlíkt eisini fyrr til arbeiðis. Meðan onnur sótu á skúlabonki og fingu lestrarstuðul, tá brúktu tit hendurnar/kroppin og góvu tykkara íkast til felagsskapin. Tí skulu tit eisini hava møguleika at fara fyrr, hava tit tørv á tí. 

Tað er bæði rímiligt og rættvíst. 

***

Góðu áhoyrarar

Uttan vinnulívið vóru eingi arbeiðspláss. Og uttan arbeiðaran var einki vinnulív. 

Vit liva í eini minniligari tíð. Og í tíðum sum hesum síggja vit eisini týðiliga, hvussu tað almenna og tað privata eru tengd at hvør øðrum. Hvussu umráðandi tað er, at vit hava eitt sterkt og virkið vinnulív. Og hvussu umráðandi tað er, at vit hava ein sterkan almennan geira. 

Koronakreppan hevur víst okkum, at tey londini, sum hava sterkasta felagsskapin, eru tey, sum klára seg best í hesum tíðum. 

Vit síggja í hesum tíðum týdningin av einum væl bjálvaðum landskassa. Seinasta valskeið høvdu vit hálva aðru milliard í yvirskoti. Tí hava vit í dag møguleika at veita hjálparpakkar til vinnuna, so alt ikki fer av knóranum. Spyrt tú meg, átti yvirskotið á fíggjarlógini at verið nógv størri í 2020, og vit áttu at sett meira av til hjálparpakkar í hesum tíðum. Soleiðis kundu vit í størri mun sett øll segl til, tá samfelagið aftur letur upp. 

Vit síggja eisini í hesum tíðum, hvussu stóran týdning almennar tænastur, tilbúgving og lógarverk hava fyri, at vinnan skal rigga. 

Vit síggja, hvussu stórt virði verður skapt niðri á gólvinum í fiski- og alivinnuni. 

Hvussu umráðandi tað er, at allir liðir í virðisketuni eru við. Og vit síggja, at vælferðartænasturnar eru avgerandi fyri, at samfelagið hongur saman. 

Tí er tað ringt hjá mær at gloyma, at tað undir valstríðnum bleiv gjørt nógv burturúr, at lutfalsliga nógv fólk komu í alment starv undir seinastu samgongu. Vit vístu sjálvandi á, at tað er natúrligt við fleiri vælferðarstørvum við so stórum fólkavøkstri. 

Men samstundis helt eg tað vera eitt ósømiligt kjak. 

Tí tað tóktist grundað á eina fatan av, at almenn starvsfólk ikki eru virðisskapandi, men bara ein útreiðsla. 

Tað er ein óvirðiligur máti at tosa um lærarar, námsfrøðingar, heilsuhjálparar ella sjúkrasystrar, sum hvønn dag stríðast fyri at loysa okkara kjarnuuppgávur. 

Eg vóni tí, at vit hinumegin korona-kreppuna minnast tað risa arbeiðið, sum bleiv gjørt á hesum øki. 

Og at vit gevast at seta almenn og privat upp ímóti hvørjum øðrum. 

Alt sum hevur virði, verður skapt úr arbeiði. Frá bæði ungum og eldri. 

Á bæði almenna og privata marknaðinum.

Samfelagið hevur eins stóran tørv á heilsuhjálparanum, sum á læknanum. 

Samfelagið hevur eins stóran tørv á goymslufólkinum, sum á sølufólkinum. 

Samfelagið hevur eins stóran tørv á postmanninum sum á advokatinum. 

Tí samfelagið hongur ikki saman, um onkur teirra manglar. 

 

***

 

Góðu tit

At arbeiða er neyðugt til tess at liva. Men at arbeiða er ikki lívið. 

Í nógv ár hava sálarfrøðingar víst á vaksandi trupulleikar við strongd.  

Av hesum fáa fleiri avleiddar sálarligar avbjóðingar, so sum angist. 

Arbeiði, børn, hús og frítíðarítriv skulu røkjast. Og vit renna skjótari og skjótari í hamstrarahjólinum. 

Til vit ein dag detta út. 

Ella til alt brádliga steðgar upp. 

Soleiðis, sum tað gjørdi á grækarismessu í ár. 

Koronatíðin hevur givið okkum tíð til at reflektera. Eisini um hetta við at fáa familjulívið og arbeiðslívið at ganga upp. 

Er tað meiningin, at vit skulu hava so langar arbeiðsdagar? 

Í fleiri áratíggju hava fakfeløgini stríðst fyri styttri arbeiðsviku. 

Arbeiðið hevur givið úrslit, og varð arbeiðsvikan stytt við tilsamans átta tímum í seksti- og sjeytiárunum. 

Seinastu 40 árini hevur lógarásetta arbeiðsvikan í Føroyum kortini verið óbroytt. 

Til samanberingar varð arbeiðsvikan Í Danmark stytt niður í 37 tímar longu í 1990. 

Nú halda vit í Javnaðarflokkinum, at tíðin er komin til, at arbeiðsvikan stigvíst verður stytt niður í 37 tímar uttan lønarminking. Tí hava vit lagt uppskot um hetta fyri løgtingið.  

Hagtølini vísa, at føroyska arbeiðsfjøldin er hin virknasta í Evropa. 

Men hagtølini vísa eisini, at føroyskar kvinnur liggja triðovast í heiminum, tá tað kemur til at arbeiða niðursetta tíð. 

Eisini síggja vit, at talið av teimum, sum gerast strongd, er hækkandi í okkara parti av heiminum. Ein møgulig orsøk til hesi viðurskifti kann vera, at tað er trupult at fáa arbeiðslív og familjulív at hanga saman.

Vit kunnu staðfesta, at føroyingar vilja arbeiða.

Men vit vilja eisini hava tíð til at vera saman við okkara kæru. 

Skulu vit trívast á arbeiðsmarknaðinum, so má kabalin ganga upp. 

***

Góðu føroyingar 

Frælsi er fyrsti liður í slagorði okkara í Javnaðarflokkinum. 

Frælsi, javnrættur og samhaldsfesti.  

Men hvat merkir frælsi fyri okkum javnaðarfólk? 

Hesa seinastu løtuna havi eg frá fleiri sjónarhornum víst á, hvussu umráðandi felagsskapurin er í samfelagnum. 

At vit hava brúk fyri hvørjum øðrum. 

Men kunnu vit tosa um at vera fræls í einum samfelag, har vit verða fødd inn í ein felagsskap? Kunnu vit í veruleikanum kalla tað fyri ein tvangsfelagsskap? 

Tað veldst um, hvussu tú sært tað. 

Danski sálarfrøðingurin Svend Brinkmann segði tað soleiðis: 

- Sært tú felagsskapin sum nakað ringt, sum er álagt okkum? Ella vilt tú hava rætt til at velja felagsskapin frá? So sært tú felagsskapin sum eina hóttan móti frælsi okkara sum menniskju. 

Um tú harafturímóti sært felagsskapin sum nakað gott. 

Sum eina treyt fyri tilveruna, sum tú hevur fingið at liva í. So verður felagsskapurin ein fortreyt fyri frælsinum. 

Seinastu vikurnar hava vit sjálvboðið skert okkara frælsi. Tað hevur verið hart, men vit halda út. Tí vit vita, at talan er um eina fyribilsstøðu.

Men í nógvum londum liva fólk í støðugum ófrælsi. Bundin í stættarsamfeløgum, har bara tey ríkastu hava frælsi til at velja. 

Frælsishugtakið hjá Javnaðarflokkinum merkir frælsi til at skapa sær eitt gott lív út frá egnum fortreytum og evnum. 

At øll hava somu atgongd til sjúkrahúsviðgerð, til útbúgving og aðrar grundleggjandi tænastur. 

Sum tað fleiri ferðir er sagt: Amerikanski dreymurin ber bara til í tí frælsa Norðurlendska vælferðarsamfelagnum. 

Men hóast vit í Norðanlondum hava størri frælsi enn fólk aðrastaðni í heiminum, so er framvegis nógv at stríðast fyri. Tí frælsi er bert veruligt, um tað er fyri øll. 

Tí arbeiða vit eisini áhaldandi fyri javnrætti. 

Øll skulu hava somu møguleikar og skyldur,  óansæð sosialan ella etniskan uppruna, kyn, átrúnað ella aðra lívssannføring.

Tað er bert í einum slíkum samfelag, at frælsið fær innihald. Og fyri at røkka hesum, mugu vit hava samhaldsfesti. 

Eingin kann stríðast við korona einsamøll. 

Eingin kann stríðast við veðurlagsbroytingar einsamallur. 

Eingin kann byggja eitt samfelag einsamøll. 

Vit hava øll brúk fyri øðrum.

***

- Um eg havi sæð longri enn onnur, so er tað tí, at eg havi staðið á herðunum á risum. Soleiðis segði Isaac Newton um gransking sína. Hann vísti á, at granskingin als ikki hevði borið til uttan tað, sum onnur undan honum høvdu avrikað.
 

Á sama hátt standa vit í dag fyrsta mai á herðunum á teimum, sum komu undan okkum. Á verkafólki, fakfeløgum, og mammum og pápum, sum bygdu land okkara. 

Soleiðis síggja vit longri. 

Soleiðis avrika vit meira. 

Og soleiðis tryggja vit, at arbeiðið skapar størri virði fyri okkum øll, sum eru í hesum samfelagnum. 

Og fyri tey, sum koma skulu.

Vit eiga henda dagin. Øll, sum hvønn dag fara til arbeiðis, skapa virðini í okkara samfelag. 

Og eins og 14 ára gamli Nils Holgersson ásannaði í 1907, mugu vit ásanna, at vit hava hvør sín týdningarmikla leiklut í samfelagnum. 

Og at vit fyrr ella seinni hava tørv á øðrum. 

Øll hava tørv á felagsskapinum. Og felagsskapurin hevur tørv á øllum. 

 

Góðan 1. mai øll somul!