60% av núverandi búeindunum hjá Almannaverkinum eru als ikki hóskandi til endamálið. Tí mugu vit byggja nýtt og tíðarhóskandi. Men eindirnar mugu vera størri, so færri starvsfólk skulu til, og raksturin verður bíligari. Og tað ber eisini til at byggja einfaldari enn í dag.
Støðan er ótolandi fyri leiðarar, starvsfólk og avvarðandi. Hvussu høvdu vit sjálvi havt tað, um ein av okkara kæru bar brek, men stóð á bíðilistum í fleiri ár at fáa eitt tíðarhóskandi heim?
Ella um vit fóru til arbeiðis hvønn dag og føldu okkum illa, tí umstøðurnar ikki vóru í lagi at veita bestu tænastuna?
Tí má politiska skipanin seta eina varandi loysn í verk.
37 av 43 stovnum hava færri enn 11 búpláss. Tað má broytast. Vit mugu byggja størri stovnar, so eindirnar verða sterkari. Tað minkar ikki bara um starvsfólkatørvin, men so kann virksemið rúma fleiri ymiskum tænastum so sum búpláss, umlætting, virknistilboð v.m.
Og so verður raksturin bíligari.
Staðsetingin av bústovnunum skal sjálvandi vera eftir tørvi, men vit mugu eisini tryggja, at teir eru í ymiskum økjum í landinum.
Við eini slíkari umlegging hevði starvsfólkatørvurin minkað við á leið 50-100 ársverkum, vísir nýggj frágreiðing, sum uml. 30 fólk frá aðalráðum og stovnum á økinum hava gjørt.
Vit í Javnaðarflokkinum eru fús at seta pening av til at byggja størri bústovnar, men hetta skal gerast saman við hinum politisku flokkunum. Vit mugu gera alt tað, vit kunnu. At byggja nýggjar, størri og tíðarhóskandi eindir verður ein stórur bati – bæði fyri bíðilistar, trivnað og tænastur.
Á ólavsøku fer Javnaðarflokkurin at leggja uppskot fram um at seta ferð á byggingina av nýggjum, størri og tíðarhóskandi bústovnum.
Jóhannis Joensen
Eyðgunn Samuelsen
Løgtingslimir fyri Javnaðarflokkin