Bjørg Dam
Lesarabræv22. oktober 2020
Bjørg Dam

Nýggjar sjónligar gonguteigar!

Nógv tora illa at ganga úti í ferðsluni, tí farleiðin er ov ótrygg. Nógv foreldur tora illa ella als ikki, at lata børnini ganga sjálvi og koyra heldur børnini í skúla, til ítriv o.a. Koyristólsbrúkarar og illa gongd kunna ikki ferðast í pørtum av kommununi, vegna manglandi gonguteigar og ov høgar kantsteinar.

Kommunuval 2020

Bilarnir fylla nógv og tá Eysturoyartunnilin letur upp verður uppaftur verri! 

 

Tí eg ynski nýggjar, betri merktar og upplýstar gonguteigar. Eisini skula serligir gonguteigar verða við gongufólkaknútapunkt, so sum busssteðgistøð, skúlar, dagstovnar, ítróttaanlegg við meira.  

 

Vit eiga at hyggja út í heim eftir, hvussu onnur lond uppmerkja sínar gonguteigar, tí sjálv visuella effektin við uppmálingini er ein partur av loysnini at skapa størri ans og virðing fyri sjálvum gonguteigum og gongufólki.

 

Tað skal verða trygt og gott at ganga hjá øllum!

 

Tú kanst hjálpa við at seta sjóneykuna á gonguteigar, hetta við at taka myndir av gonguteigum, ið onkusvegna eru merkisverdir. Tað kann verða, at hann er serliga góður, sjónligur ella slitin og vandamikil. Nógva staðir mangla gonguteigar, tað hevði eisini verið gott, at fingið mynd av tí. 

Eisini kanst tú vísa mynd uttan úr heimi av einum serliga góðum ella merkisverdum gonguteigi.

 

Merk myndina #gonguteigar 

 

Í fjør skrivaði eg drúgva áheitan við nógvum myndum og hugskotum uttan úr heimi. Greinin kann lesast her: http://bjorgdam.blogspot.com/2019/04/aheitan-til-mynduleikarnir-um-at-bta.html?view=flipcard

 

Tað er eyðsæð, at tað eru sera stórir fyrimunirnir innan heilsu, búskap, trivnað og umhvørvi fyri bæði land og kommunu, um fleiri fólk ganga. Tað er, at ganga yvir um vegin illa gongd og eldri ræðast mest, og tí tey halda seg aftur. Tey fáa tí ikki heilsugóða gongutúrin. 

 

Verið eg vald, fari eg beinanvegin at endurskoða okkara gonguteigar.

 

Hettar er mítt íkast til eitt vónandi konstruktivt kjak, sum umframt at bøta um trygdina, eisini skal verða byrjanin til nýggjar tryggari og fleiri gonguteigar. 

 

Les fleiri greinar á Bjørgdam.fo

 

Bjørg Dam 

Valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.