Samgongan hevur sitið 54 dagar við landsins leiðslu, og longu nú sæst munurin í krónum og oyrum.
At fáa fíggjarligt skil í aftur var eitt av høvuðslyftunum hjá Javnaðarflokkinum undan valinum.
- Hetta er eitt týðiligt tekin um, at vit halda tað, vit lovaðu undan valinum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, nú landsstýriskvinnan í fíggjarmálum í dag hevur lagt fram fíggjarlógina fyri 2023.
Eftirsum val varð útskrivað í ótíð, fekk undanfarna samgonga ikki samtykt fíggjarlógina, sum annars var latin løgtinginum. Tí var ein av fyrstu uppgávunum hjá nýggju samgonguni at samtykkja eina fíggjarlóg. Í roynd og veru er talan um somu fíggjarlóg. Kortini hevur nýggja samgongan megnað at skapa eitt avlop á 141 milliónir, har undanfarna samgonga hevði eitt avlop á 12 milliónir.
Skynsamari fíggjarstýring
- Tað týdningarmesta fyri okkum er, at tað er skil í tí. Tað er grundarlagið fyri at kunna halda einum sunnum vælferðarsamfelagi uppi. Tað koma nógvir pengar inn í landskassan, og tað skulu nógvir pengar úr kassanum. Vit sum sita við landsins leiðslu hava sum fremstu uppgávu at halda skil í og at halda eyga við hvørjari krónu, sum kemur inn og hvørjari krónu, sum fer út, sigur Aksel V. Johannesen.
Í fíggjarlógararbeiðinum hevur samgongan lagt dent á at halda aftur við útreiðslunum, hóast tað ikki trýtur við málum, samgongan kundi hugsað sær at brúkt pengar uppá.
- Sjálvsagt er tað freistandi at brúka pengar uppá øll tey tingini, mann kundi hugsað sær at gjøgnumført. Men fyri okkum er tað týdningarmiklast at hava fíggjarligt skil í, sigur Aksel V. Johannesen.
Fleiri góðar raðfestingar
Tó eru tað fleiri góð mál, sum eru raðfest á fíggjarlógini. Burturúr rúgvuni nevnir Aksel V. Johannesen millum annað, at pengar eru settir av til dialýsuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahús, so nýrasjúklingar í Suðuroy sleppa undan drúgvari ferðing tríggjar ferðir um vikuna.
- Fyri okkum er tað týdningarmikið at javnseta okkara borgarar, og tí er hetta ein fíggjarlig raðfesting, sum var neyðug at gera, sigur Aksel.
Eisini kann nevnast, at eftir summar verður ein eyka flokkur av námsfrøðingum tikin inn.
- Vit hava tørv á fleiri námsfrøðingum, og tí hava vit sett pengar av til at útbúgva munandi fleiri námsfrøðingar longu eftir summar, sigur Aksel og leggur afturat, at eisini er vert at nevna, at samgongan hevur sett pengar av til fleiri munandi umhvørvisátøk.
- Vit hava sett pengar av til eina orkuvegleiðing. Tað vil siga, at nú skulu húski, fyritøkur og stovnar kunna fáa óhefta ráðgeving frá serkønum, tá tey vilja leggja um til grøna orku. Landið skal ganga á odda í tí grøna orkuskiftinum, halda vit, og tí hava vit eisini sett pengar av til at leggja almennar bygningar um. Millum annað skulu allir bygningar í Tinganesi hitast við sjóvarorku, og tað er ein gongd, sum vit eru fegin um at seta ferð á.
- Nú hevur samgongan bert sitið í 54 dagar, men við hesum raðfestingunum haldi eg, at vit vísa týðiliga, hvat vit vilja fyri landið. Tær raðfestingarnar, vit hava gjørt, er ein góð og skynsom byrjan uppá tann politikkin, vit vilja føra komandi árini, sigur Aksel V. Johannesen og nevnir at enda, at landsstýrið arbeiðir við fullari ferð fyri at fyrireika styttri arbeiðsviku og eitt lønarlyft til starvsfólk á umsorganarøkinum, samstundis sum farið verður undir at fyrireika ein skattalætta til lág- og meðallønt, sum kemur í gildi í 1. januar 2024.