Nú er hjálparískoyti ávegis til teirra, sum eru serliga meint rakt av, at gerandisvørurnar eru vorðnar dýrari, rentan er hækkað, og at oljuprísurin er farin upp.
Landsstýrið lat í morgun løgtinginum uppskot um hjálparískoyti til fíggjarliga sperd húski.
”Ógvusligu príshækkingarnar merkjast serliga væl hjá teimum við lágum inntøkum, og hjálparpakkin skal lætta um hjá teimum, sum hava trupult við at fáa endarnar at røkka,” sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Barnafamiljur, pensjónistar og onnur, sum hava lága inntøku, skulu kunna søkja um stuðul. Uppskotið er broytt nakað í mun til hjálparpakkan, sum løgtingið samtykti í heyst. Broytingarnar eru í høvuðsheitum, at:
• Hjálparískoytið til fíggjarliga sperd húski verður nú 12.000 krónur. Tað eru 2.000 krónur meira enn í 2022.
• Serlig hjálp verður eisini latin barnafamiljum, sum fáa eitt eyka ískoyti fyri hvørt barnið.
• Hesaferð verður ikki sett sum treyt, at húskið hevur oljufýr fyri at fáa stuðul.
• Barnauppsparingin hjá heimabúgvandi børnum og ungum fer hesaferð ikki at forða foreldrum at fáa lut í hjálparpakkanum.
Hjálparpakkin verður galdandi fyri 2023.
Javnaðarflokkurin lovaði í valstríðnum, at húski, sum eru fíggjarliga sperd av brádligu príshækkingunum, skuldu fáa ein hjálparpakka, og í Javnaðarflokkinum fegnast vit um, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, nú hevur latið løgtinginum uppskotið, og at stuðulin er ávegis.