Eg havi sett Jenisi av Rana ein fyrispurning um matvøruútbúgvingina í Klaksvík. Tað havi eg, tí at eg haldi, at tað hevði gagnað bæði samfelagnum og teimum lesandi, um skúlin í Klaksvík varð uppraðfestur. Soleiðis høvdu vit kunnað ment førleikar her heima og gjørt meira brúk av teimum kørmum og hentleikum, ið longu eru til taks.
Jenis av Rana hevur nú svarað spurninginum. Hann sigur millum annað soleiðis: “Vísir tað seg, at grundarlag er fyri at uppstiga verandi kokkaútbúgving á Tekniska skúla í Klaksvík , soleiðis at til ber at taka alla útbúgvingina í Føroyum, er hetta nakað, sum eg vil viðgera við vælvild”.
Eftir mínum tykki vísir svarið frá Jenisi, at grundarlag fyri at uppstiga útbúgvingina er til staðar. Lærlingar eru til útbúgvingina (millum 10 og 15 lærusáttmálar um árið), og karmarnir eisini eru í lagi. Bygt var nýtt í 2016 við tí endamáli, at øll útbúgvingin skuldi takast á skúlanum.
Kostnaðurin av at uppstiga útbúgvingina er sera avmarkaður. Í dag hevur tað almenna útreiðslur á kr. 10.400 fyri hvønn lærling fyri øll skúlaskeiðini. Hetta er peningur, ið fer til at gjalda ferðing og uppihald uttanlands. Ein útreiðsla, ið er púra óneyðug, tá ið hugsað verður um, at tað bert manglar grønt ljós úr Mentamálaráðnum fyri at gera samlaðu útbúgvingina til veruleika her heima. So nú er bara at koma í gongd!