SAMAK-ársfundur: Trygdarpolitikkur var yvirskipað tema á árliga toppfundinum millum norðurlendsku javnaðarflokkarnar og arbeiðararørsluna á Holmenkollen í Oslo týsdagin í síðstu viku. Leiðsla Javnaðarfloksins luttók á fundinum, sum var hildin í régi av samstarvsfelagsskapinum SAMAK, ið fevnir um sosialdemokratisku flokkarnar og LO-felagsskapirnar í Norðurlondum.
Vertur fyri tiltakinum var norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, formaður í Arbeiderpartiet, meðan nývalda íslendska forsætisráðfrúan, Kristrún Mjöll Frostadóttir úr Samfylkingini var gestarøðari. (Hon verður forrestin eisini gestarøðari á landsstevnu floksins 10. mai, kunnu vit hervið avdúka).
Høvuðsniðurstøðan á fundinum í Oslo var, at javnaðarflokkarnir og fakfeløgini í Norðurlondum hava eina serstaka skyldu at tryggja frælsið, fólkaræðið og vælferðina, tí hesi eru varðar og virði, sum somu hava lagt lunnar undir síðstu øldina. Ella, sagt við øðrum orðum: Nú vit hava skapt heimins bestu samfeløg her í Norðurlondum, hava vit skyldu at ávirka heimin rætta vegin.
Men fyri at tryggja hesi glasiligu hugtøk, er neyðugt at standa saman, bæði í Norðurlondum og ikki minst í øllum Europa, og sostatt fáa fólkið við í tilgongdina eisini.
- Europa, Europa, Europa, var tískil eisini tríklangurin frá donska forsætisráðfrúuni, Mette Frederiksen úr Socialdemokratiet, tá ið hon innleiddi forfólkaumfarið um sosialdemokratiskan og búskaparligan tryggleiki í ófriðartíðum.
- Vit skulu ansa eftir demokratiinum, sum er undir søguliga hørðum trýsti í løtuni, bæði frá autokratum, oligarkum, techgigantum, fakenews og høgrapopulistiskum ráki.
- Tað ljóðar kanska løgið, men íløgur í vápn er í hesum førinum ein friðarboðskapur, segði hon.
Floksforfólkini vóru øll samd um, at stórar íløgur skulu til hernaðardubbing, ikki um mánaðir, men um vikur. Sosialdemokratisku flokkarnir mugu verða bulverkið ímóti niðurbræðing av norðurlensku vælferðarmodellunum, og leiða norðurlond trygt ígjøgnum í ófriðartíðum, so vit varðveita tað serstaka norðurlendska: Savningarmegina, sosiala tryggleikan og álitið millum fólk.
Bæði flokspolitiskt og fakfelagspolitiskt var semja um, at stóru tøkini, ið verða tikin komandi tíðina, eisini fara at krevja nógv av fakfelagsrørsluni. Givið er, at verkafjøldin eisini kann verða ávirkað, tá ið stórar íløgur verða í hernaðarútgerð; bæði viðvíkjandi lønarlagi og arbeiðskorum, men eisini at fyribyrgja, at rokningin fyri ovurstóru íløgurnar ikki verður send til vanliga løntakaran ella til tey, ið hava tørv á vælferðartænastum.
Mette Frederiksen var tó vónrík um løntakarafjøldina í Norðurlondum:
- Vit sóu undir korona, hvussu skjót arbeiðsmegin og vinnan lagaðu seg til broyttu umstøðurnar. Hetta er styrkin í okkara samfeløgum; at tá ið á stendur, so lyfta vit saman, kenna felags ábyrgd og finna kreativar og fleksiblar loysnir - tí vit hava skipanir, sum lofta, um illa veit við, segði hon.
Danska forsætisráðfrúan staðfesti, at fortreytin fyri øllum hesum er, at fólkið er við. Hon lýsti politisku avbjóðingarnar í fimm pørtum, har vit skulu: 1. menna trygd og verju við dubbing av útgerð og mannskapi - eisini til Nato, 2. styrkja kappingarførið við nóg nógvari og góðari arbeiðsmegi, 3. skunda undir grøna orkuskiftið, so vit ikki eru bundin av orku uttanífrá, 4. tryggja sosialan javnvág og vælferð, og 5. fáa tamarhald á útlendinga- og integratiónsøkið.
Mette Frederiksen legði annars ikki fingrarnar ímillum í lýsingini av heimsstøðuni. Eitt nú vildi hon vera við, at Europa hevur sovið í tímanum, og hevur havt álit á, at USA fór at verja okkum.
- Tað vóni eg sjálvsagt, at USA eisini ger framyvir. Men vit hava brúkt pengarnar til vælferð í staðin fyri til verju, segði hon, og samanbar støðuna við kalda kríggið. Samstundis metti hon støðuna øðrvísi enn undir kalda krígnum, tí Russland hevur longu lopið á eitt av frælsu londunum í Europa, Ukraina, og fyrireikar seg óivað til álop aðrastaðni.
- So hetta er ikki eitt kalt kríggj, men eitt heitt kríggj, staðfesti hon.
Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, vísti í hesum sambandi á, at Europa er bæði stórt og sterkt, og at Europa er meira enn bara ES. Eisini stór lond sum Ukraina, Turkaland, Ísland, Norra og Stórabretland eru partar av Europa, og koma at lyfta saman við ES.
- Men vit kunnu ikki bara sita afturá og grenja, vit mugu eisini geva okkara íkast, segði hann.
Magdalena Andersson, forkvinna í svenska javnaðarflokkinum, ávaraði ímóti høgrarákinum, ikki minst úr USA, og setti hon upp trý viðurskifti, sum Norðurlond mugu hugsavna seg um í hesum tíðum. Í fyrsta lagi skulu fólk kunna kenna seg trygg; bæði viðvíkjandi hernaðarverju og fyribyrgjan av kriminaliteti, og í sambandi við integratión og tær avbjóðingarnar, sum Svøríki og onnur hava av ótillagaðum útlendingum. Í øðrum lagi er umráðandi at tryggja sosiala felagsskapin, vælferðina, sum loftar, tá ið fólk hava tørv á hjálp og stuðli. Og í triðja lagi eigur yvirskipað samfelagsmenning sum heild at verða í hásæti, bæði viðvíkjandi tøkni, útbúgving, starvsfólkamenning- og rekrutéring, innovatión og at vit eisini framhaldandi skulu vera í fremstu røð tøkniliga og ídnaðarliga.
Í Finnlandi er støðan øðrvísi enn aðrastaðni, tí tey eru undir støðugum trýsti frá grannanum Russlandi. Finski floksformaðurin, Antti Lindtman, viðurkendi støðuna landið er í, og minti á, at tey skulu ikki vera naiv, men taka ábyrgd.
- We are not afraid, we are awake, staðfesti hann.
--
Limafeløgini í SAMAK eru:
Socialdemokratiet, Danmark
Fagbevægelsens Hovedorganisation FH, Danmark
Finlands Socialdemokratiska Parti SDP
Finlands Fackförbunds Centralorganisation FFC
Samfylkingin, Island
ASI, Island
Arbeiderpartiet, Norge
LO, Norge
Socialdemokraterna, Sverige
LO, Sverige
Javnadarflokkurin, Färöarna
Siumup Qullersaqrfia, Grönland
Ålands Socialdemokrater