Landsstýrið er farið til verka, og løgmaður gleðist um, at nógv góð javnaðarmál eru sett í gongd
Landsstýrið er av álvara farið til verka og arbeiðir við fleiri góðum høvuðsmálum hjá Javnaðarflokkinum í løtuni. Tað fegnast formaðurin í flokkinum um.
“Burturúr rúgvuni kann eg nevna málini um at stytta arbeiðsvikuna, lønarlyft til starvsfólk á umsorganarøkinum, alment gagnligar bústaðir og fleiri munandi umhvørvisátøk”, sigur Aksel.
Í summar fer landsstýrið undir at fyrireika ein skattalætta til lág- og miðallønt, sum skal koma í gildi frá 1. januar 2024. Somuleiðis verður farið undir at endurskoða MVG-lógina við tí endamáli at gera gerandisdagin hjá okkum føroyingum bíligari.
“Sum vit søgdu undan valinum, vilja vit gera gerandisdagin bíligari, lættari og grønari - og tað er júst tað, vit nú arbeiða uppá saman við hinum samgonguflokkunum”, sigur Aksel.