Í gjár feldi samgongan uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um rættin at arbeiða fulla tíð. Tað tykist sum, at hendan samgongan bara vil hava føgur orð og frágreiðingar. Tá atkvøðast skal um uppskot, so er arbeiðið við frágreiðingum púra til fánýtis. Burturspiltir pengar, sum kundu farið til vælferðartænastur.
Fyri stuttari tíð síðan fekk samgongan eitt hugskotskatalog um átøk, ið kunnu loysa avbjóðingina við starvsfólkatroti á vælferðarøkinum. Arbeiðsbólkurin mælti til, at øll eiga at fáa møguleikan at arbeiða fulla tíð. Men samgongan atkvøddi ímóti júst hesum í gjár.
Hetta er tekin um, at samgongan raðfestir onnur viðurskifti enn at tryggja okkara vælferðarsamfelag. Hetta er sama samgonga, sum dagin fyri at hon feldi hetta uppskotið, samtykti eina tilráðing frá Norðurlandaráðnum um at arbeiða fyri júst rættinum at arbeiða fulla tíð. Tvær ymiskar avgerðir dag um dag. Tey vilja arbeiða fyri nøkrum, sum tey so atkvøða ímóti dagin eftir.
Vit vita, at nøkur ynskja at arbeiða niðursetta tíð, og tað skulu tey sjálvandi sleppa. Men tað eru eisini nøkur, sum vilja arbeiða fulla tíð, men sleppa ikki upp í tíð. Hetta má broytast, tí vit hava brúk fyri øllum hondum, tá starvsfólkatrotið er so stórt.
Tað er altavgerandi at skapa arbeiðsumstøðurnar soleiðis at tey, ið arbeiða parttíð, fáa hug at vera verandi og helst eisini fáa hug at taka eitt eyka tak. Tað týdningarmesta fyri trivnaðin á arbeiðsplássinum er at kenna seg sæddan, hoyrdan og virdan. Tað kann millum annað gerast við, at starvsfólkini verða sædd sum ein partur av felagsskapinum, hóast tey arbeiða niðursetta tíð, og fáa tilboð um at luttaka á skeiðum og eftirútbúgving.
Rætturin at arbeiða fulla tíð loysir ikki alla avbjóðingina á vælferðarøkinum, men vit mugu ásanna, at avbjóðingin er so stór, at øll amboð, ið eru til taks, mugu nýtast. Tí er tað sera spell, at samgongan fellir øll uppskot, ið kunnu vera við til at tryggja vælferðina.
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin