16. mai 2023

Náttúruverndarlógin er samtykt


​“Náttúran hevur onga rødd. Tí mugu vit verða røddin hjá náttúruni.”. Soleiðis segði Ingilín D. Strøm, tá hon gjørdi sína fyrstu sjónvarpssamrøðu í samband við, at hon stillaði upp til løgtingsvalið í 2019.

- Og í dag hevur náttúran endiliga fingið eina rødd, sigur Ingilín D. Strøm, sum nú er landsstýriskvinna í umhvørvismálum.

Í dag samtyktu 25 tinglimir úr samgongu og andstøðu nevniliga uppskotið, ið landsstýriskvinnan hevur lagt fyri tingið um eina nýggja og tíðarhóskandi náttúruverndarlóg.

- Við náttúruverndarlógini fáa vit neyðugu amboðini at verja náttúruna grundað á vitan og varðveitan av lívmargfeldi, sigur Ingilín D. Strøm.

Tilgongdin hevur verið drúgv, og í fleiri umførum hava skiftandi landsstýrisfólk arbeitt við eini náttúruverndarlóg - ikki fyrrenn í dag er altso hetta borið á mál.

- Tá eg fyrstu ferð stillaði upp, var tað millum annað fyri at geva náttúruni eina rødd í politisku skipanini. Tí eri eg sera fegin í dag, nú tað hevur eydnast okkum endiliga at samtykkja eina tíðarhóskandi lóg fyri náttúruna. Vit hava skyldu til at verja okkara náttúru í øllum hennara margfeldi. Tað er grundarlagið undir sjálvum lívi okkara og øllum virksemi. Tí er tað í tøkum tíma og sanniliga ein stórur sigur at vit nú hava samtykt náttúruverndarlógina við breiðari undirtøku, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, nú náttúruverndarlógin er endaliga samtykt.