Seinasta samgonga setti skjøtil á arbeiðið við margfeldislógini, sum hevur til endamáls at verja føroysku náttúruna. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi løgdu uppskotið fram aftur fyrst í hesi setuni, men í gjár valdi samgongan at fella uppskotið.
Hoyr Ingilín Didriksen Strøm greiða frá, hví tað er so umráðandi, at henda lógin verður veruleiki.