Seinastu nógvu árini hava vit hoyrt bæði námsfrøðingar og hjálparfólk á øllum dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu gjørt vart við teirra arbeiðsumstøður, og hevur Føroya Pedagogfelag nýliga gjørt eina kanning hjá limum teirra; brot av niðurstøðuni sæst á heimasíðuni hjá Pedagogfelagnum.
Tað eru 222 námsfrøðingar í starvi í vøggustovum, barnagørðum og frítíðarskúlum í kommuni, eisini eru 371 hjálparfólk í starvi á sama økið. Umframt hesi, eru fleiri námsfrøðilig starvsfólk í starvi í ungdómshúsunum í kommuni. Sambært hagstovuni eru tí í minsta lagi 593 dugnalig starvsfólk í starvi í Tórshavnar kommunu, umframt 38 stovnsleiðarar á barna og ungdómsøkinum! (kelda: hagstova.fo)
Umstøður at gera arbeiði, ið øll námsfrøðiligu starvsfólkini duga best, eru ikki nøktandi. Tey 2525 børnini (hagstova.fo) í aldrinum 0-10+ ár, fáa ikki nøktandi nærveru, umsorgan og menningarmøguleikar á dagstovnaøkinum! Her skulu munandi raðfestingar gerast beinanvegin!
Seinastu nógvu árini eru nógvir batar lovaðir á barna- og ungdómsøkinum í Tórshavnar kommunu, og seinastu nógvu árini hava vit borgarar valt fólk at stýra, ið hava sagt seg arbeiði fyri økinum, og er tað at gleðast um, men hvat er hent? Mín hugsan er, at vit dag og dagliga hoyra alment um vinnuøkir, grót og umhvørvi, ið eisini er neyðugt. Í mínum huga, skal hetta ikki raðfestast hægri enn grundleggjandi menniskjalig rættindi á barna- og ungdómsøkinum. Rætt skal verða rætt, meirjáttan hevur verið til økið, men ikki er rætt raðfest. Stórur partur er játtað til umsiting, meðan 4,5 mió. kr. bleiv játtað sum meir normering, ið er umleið eitt súrepli til hvønn dagliga, kr. 4,88,-. Alt gott um tað, men námsfrøðiliga starvsøkið skal raðfestast nú, og tað vil eg við treiskni, áhuga, rættvísi og samstarvshugi virka fyri og við.
Eri væl vitandi, at í framløgdu fíggjarætlanini fyri 2021, eru fyrr nevndu 4,5 mió. kr. ætlaðar sum ein varandi uppnormering, umframt 4 mió. kr. til sernámsfrøðilig virksemi, og er tað at gleðast um, men er tað als ikki nokk!
Vit hava ein bráðfeingis tørv, og loysnin er at raðfesta so stóra peningaliga upphædd á økið, at námsfrøðiligu starvsfólkini sleppa at gera tað tey eru best til, nevniliga við umsorgan, í tryggum og barnavinarligum umhvørvi, at menna og menta børnini á fullgóðan hátt. Námsfrøðiligu starvsfólkini kunnu í løtuni ikki krevjast eftir, at arbeiða við dygd, námsætlanum, námsfrøðiligu stevnumiðum e.l., tað eru umstøðurnar ikki nøktandi til, og tað skal loysast.
Ein uppraðfesting á 20 mió. kr. gevur møguleika fyri umleið 2000 fleiri námsfrøðiligum tímum hvørja viku. Hetta er vikuliga ein lítil tími afturat til nærveru, umsorgan og menning til hvørt barnið og tey ungu. Við at raðfesta kr. 2,4 mió. afturat, kann Tórshavnar kommuna eisini halda avtaluna um fyrireikingartíð til hvønn einstakan. Vunnin sáttmálarættindi skulu virðast!
Tá uppraðfestingin er veruleiki, kunnu vit aftur tosa um dygd, umsorgan, nærveru og námsfrøði. Tað er tá at vit eru við at menna og menta framtíðar borgarar í Tórshavnar kommunu.
Hetta er ein íløga í framtíðina – eingin kann bíða meira, hvørki børn, ung og øll námsfrøðiligu starvsfólkini í Tórshavnar kommunu.
Bjarni Beder, valevni fyri Javnaðarflokkin á býráðsvalinum í Tórshavnar kommunu 2020