Kommunulæknarnir, starvsfólkini í sjúkrahúsverkinum og á eldraøkinum hava brúkt talgildar loysnir í nógv ár. Men heilsufrøðingarnir brúka framvegis blýant og pappír. Eyðgunn Samuelsen hevur tí í dag spurt Kaj Leo Holm Johannesen, nær heilsufrøðingarnir verða partur av nútíðini.
Í 2006 var talgilda skipanin Cosmic tikin í nýtslu innan heilsuverkið. Síðan er hon útbygd til eisini at fevna um kommunulæknaskipanina og eldraøkið. Men Gigni er framvegis ikki fevnt av skipanini.
- Í samband við arbeiðið hjá Gigni, ið fevnir um hvørt heim og hvønn skúla í Føroyum, kemur nógv týdningarmikil vitan fram. Vitan, ið kann vera við til at fremja góða heilsu hjá børnum og ungum. Neyðugt er allarhelst at skráseta partar av teim upplýsingum, ið arbeiðið hjá Gigni inniber, men við tað at mesta av skjalatilfarinum hjá Gigni í dag ikki er talgilt, so verða arbeiðsgongdirnar ov tungar og ótíðarhóskandi, vísti Eyðgunn Samuelsen á.
Gigni er ein stovnur, ið veitur heilsufremjandi tænastur til børn og ung, og í 2017 varð Gigni skipað bygnaðarliga saman við Heilsutrygd. Gigni fevnir um alla heilsufrøðiliga tænastu um allar Føroyar.
- At heilsufrøðingar afturat kommunulæknum nú skulu gera inn- og útskúlakannignar ger at enn meira neyðugt at heilsufrøðignarnir kunnu verða partur av Cosmic. Tað hevur stóran týdning, at arbeiðsumstøðurnar á einum so týdningarmiklum stovni sum Gigni verða skipaðar soleiðis, at stovnurin hevur atgongd til eina munadygga tøkniliga skipan, segði Eyðgunn Samuelsen og vísti somuleiðis á, at tað er umráðandi at hava dátuvernd í huga, tá farið verður undir talgildingina.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, vísti á, at tað leingi hevur verið arbeitt við at fáa Gigni sum part av skipanini, og at hann fegin vildi arbeiða fyri at skunda undir arbeiðið.